SUPERLIGAN
Vikuskiftið hilnaðist illa hjá FCK. Teir taptu 4-1 í Silkeborg. Harvið hava meistararnir og steypavinnararnir bara fingið eitt stig burturúr útidystunum móti teimum báðum uppflytaraliðunum ? Silkeborg og Randers FC.
Eftir rættuliga trilvandi byrjan hevði FCK undan ferðini til Silkeborg vunnið tríggjar ferðir á rað. Tí varð mett, at skútan var komin aftur á røttu kósina. Vónirnar vóru eisini góðar undan uppgerðini, tí Silkeborg hevði tapt seks dystir á rað.
At tað hevur gingið rætta vegin hjá FCK, og at Silkeborg hevur verið illa statt, sást lítið til sunnudagin. Silkeborg vann 4-1, FCK avrikið var ússaligt, og liðformaðurin, Bo Svensson, staðfesti aftaná, at nú eru teir aftur á nullpunktinum. Hesa ferð vóru Zuma og Peter Møller í FCK álopinum. Eftir steðgin varð Álvaro Santos settur á vøllin fyri miðvallaran Michael Silberbauer. Jesper Bech var ikki við, tí hann var skaddur.
Todi Jónsson stríðist framvegis við at koma fyri seg eftir liðbandsskaða í knænum. Nú eru tað knappliga tveir mánaðir síðani, at liðbandið fór. Á heimasíðu síni segði Todi í síðstu viku, at hann verður ikki førur fyri at spæla fyrrenn um mánaðarskiftið. Tí verður tað neyvan ikki nakað serligt, at hann fer at spæla afturat í hesum árinum. Danska fótbóltskappingin fer í vetrarfrí tríggjar vikur undan jólum.
Toppurin
Í hesum vikuskiftinum varð sjøtul settur á annan triðingin av donsku landskappingini. Í fyrsta triðinginum tapti Brøndby bara eina ferð. Tað var í fyrsta umfarinum, tá ið OB vann 2-1 á teimum. Síðani vann ella spældi Brøndby hvørja ferð javnt.
Leygardagin vitjaði OB á Brøndby stadion. Talan var um rættuliga toppuppgerð. Brøndby vann 2-1. Øll málini komu í 2. hálvleiki. Sigursmálið stútaði ungi miðverjin Daniel Agger. Hetta var fyrsta málið hjá honum í Brøndby. Hesin evnaríki, stóri og ungi maðurin kom í besta Brøndby hópin, eftir at Jón Rói Jacobsen í síni tíð hevði strítt seg so langt.
Viborg er rættuliga óvæntað næstfremst. Hesa ferð hevði Viborg, sum var á triðja plássinum, vitjan av FCM, sum frammanundan var á fjórða plássinum. Tað hevur ikki gingið nakað serligt síðstu umførini hjá FCM, og teir taptu enn eina ferð. Hóast toppskjúttin í superliguni Mohammed Zidan javnaði til 1-1, so tykist sjálvsálitið hjá FCM ikki at vera nakað serligt. FCM javnaði, tá ið tað restaðu seks minuttir, men Viborg fekk sigursmálið í síðstu løtu.
AGF var undan vikuskiftinum næstfremst. Hesa ferð høvdu teir í Århus vitjan av AaB, sum hevði vánaliga byrjan upp á kappingarárið, men sum frammanundan ferðini til jyska høvuðsstaðin hevði fingið fult tríggjar ferðir á rað. Í Århus var úrslitið 2-2. Á heimaliðnum hildu teir seg hava havt spæl og møguleikar til at fáa øll stigini.
Botnurin
Síðsta kappingarár var Esbjerg leingi fremst. Fyrsti triðingurin í hesum kappingarárinum hevur verið rættuliga trilvandi. At fleiri av mest royndu spælarunum ikki hava verið við, hevur verið mett sum stórur veikleiki. Hesa ferð var Esbjerg í Farum. Tað hevur verið og er nógvur turbolensur í og kring FCN, har venjarin, Christian Andersen, er í brennideplinum. Úrtøkan hjá teimum hevur heldur ikki verið nakað at reypa av, og eftir tólvta umfarið er FCN næstniðast.
Esbjerg vann 3-2, eftir at teir í steðginum høvdu verið á odda 3-0.
Ringast av øllum stendur tað til hjá uppflytarunum úr Randers. Sunnudagin vóru teir í Herfølge, har tað heldur ikki hevur hilnast nakað serligt hjá heimaliðnum. Herfølge legði seg framum 2-0, men Randers javnaði til 2-2, tá ið tað restaði eitt korter. So fekk Herfølge sigursmálið, og tað var ikki so lítið kostiligt. Ein verjuspælari hjá Randers royndi at sparka burtur. Bólturin rakti í beinið á dómaranum og støkk til ein av Herfølge spælarunum, sum skoraði 3-2 sigursmálið!