FCK er tættari at DM

Todi og Zuma stóðu á odda fyri sannførandi FCK sigri í Århus, og nú er rættuligt trýst á Brøndby og Silkeborg


 

Superligan


Tað gongur sum eftir ánni hjá FCK og Toda Jónsson. Sunnudagin vunnu teir 3?0 í Århus. Todi Jónsson skoraði tvey tey fyrstu málini. Álopsfelagin hjá honum, Zuma, skoraði síðsta málið, og tað er eingin endi á positivu lýsingarorðunum, sum frá donsku pressuni skola niður yvir teir báðar útlendingarnar í FCK álopinum.

FCK sigurin sunnudagin var tann fyrsti í Århus í næstan fimm ár, og hetta var fimtandi dysturin upp í slag, at FCK fór av vøllinum uttan at hava tapt.

? Tað er ein fantastisk kensla at vera í felagnum. Tú kanst ætla, at tað er hugaligt at møta til venjingar mánamorgnar og at fara undir fyrireikingarnar til eina nýggja uppgávu, tá tað gongst so mikið væl í dystunum, heldur Todi Jónsson.

Todi heldur, at tað er akkurát nú, at hann er komin fyri seg eftir skaðan, sum fyrr í vár helt honum burtur frá besta liðnum í fleiri vikur:

? Eg havi kent tað soleiðis, at venjingarstøðan hjá mær ikki hevur verið tann sama, sum hon hevur verið hjá hinum. Men í Århus kendi eg meg vera væl fyri. Tá tað restaði eitt korter, setti Roy Hodgson Heine Fernandez á vøllin, og eg varð tikin út. Sjálvandi hevði tað verið stuttligt at skora hattrikk, men satt at siga, so hugsi eg ikki so nógv um, hvør skorar málini. Nú røður tað um hjá okkum øllum at hava eyguni fest á meistaraskapin. Vit rokna við, at tað ber til at vinna DM, og tað er spennandi.

Todi skoraði fyrsta málið í Århus, tá fyrra umfarið var 25 minuttir gamalt. Zuma snittaði við høvdinum eina langa sending víðari. Todi spurtaði framum miðverjuna og heilfluktaði hegnisliga bóltin framvið AGF málverjanum og í netið.

Eina lítla løtu undan steðginum økti Todi til 2?0. Thomas Thorninger, sum hesa ferð var miðvallari í høgru (hann hevur annars verið í vinstru nógvu tær seinastu ferðirnar), vann ein luftbólt, og Todi var fyrstur á leysa bóltinum, sum hann enn eina ferð fluktaði framvið málverjanum.

Zuma staðfesti rimmar avrikið, tá hann fór framvið AGF málverjanum og einum verjuspælara, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið. Í onside sunnukvøldið vóru teir báðir á vikuliðnum, og í bløðunum er eingin ivi um, at Zuma og Todi í løtuni eru vandamiklasta álopsparið í superliguni.

Tá Roy Hodgson eitt korter undan leikloki valdi at spara Toda, var dysturin langt síðani avgjørdur.

? Tað kann gott vera, at tað verður nógv sagt og skrivað um teir, sum eru frammi á vøllinum, og sum leggja upp til og skora málini. Men at FCK er fremst í superliguni eru tað fyrst og fremst tvær orsøkir til. Onnur er, at vit fingu Roy Hodgson sum venjara. Hin er, at felagið í fjør keypti Jakob Laursen. Hann er fantastiskur í miðverjuni, har tað næstan ikki kemur fyri, at okkara lið ger mistøk, vísir Todi Jónsson á.


Trýstið á hinum

Silkeborg var undan fjórði síðsta umfarinum á sama stigatali sum FCK. Sunnudagin var AB í Silkeborg. Teir vunnu 2?1. Sæð við føroyskum eygum var tað bæði gott og ilt. AB sigurin ber við sær, at teir nú eru átta stig frammanfyri Herfølge. Tað eru bara trý umfør eftir, og tískil hevði AB sigurin næstan við sær, at Herfølge fer at flyta niður.

Sæð við FCK eygum kom AB sigurin í Silkeborg væl við. Í gjár var FCk trý stig fremst. Brøndby, sum var fýra stig aftanfyri FCK, spældi í gjárkvøldið ímóti Lyngby. Brøndby var stórfavorittur.

Komandi vikuskifti skal Lyngby spæla í Parkini ímóti FCK:

? Lyngby hevur roynst sera vánaliga síðstu tíðina. Men tá teir spæla ímóti okkum, eru teir fullkomuliga hamskiftir. Tí verður tað ein sera torførur dystur, heldur Todi Jónsson. Hinir báðir dystirnir hjá FCK verða ímóti Brøndby í Parkini og í Odense.

Sunnudagin spældi OB á útivølli ímóti FCM. Úrslitið var 1?1, og Johan B. Hansen var ikki á liðnum hjá OB. Viborg vann 3?1 á HFK Sønderjylland. Søren Frederiksen, sum í fjør var við AaB á Tórsvølli, skoraði fyri Viborg í 3. og 24. minutti.