FCK fingið svenskan styrk

FCK hevur í dag tryggjað sær Mikael Antonsson úr grikska Panathinaikos. Anton, sum hann vanliga verður nevndur, hevur umframt at verið fastur maður á besta liðnum hjá felagnum, eisini verið úttikin til svenska landsliðið nakrar ferðir.

Mikael Gravgaard og Brede Hangeland í miðverjuni hjá FCK kunnu nú síggja fram til harða kapping av svianum, sum hevur skrivað sáttmála við felagið galdandi frá 1. juli og fýra ár fram.