Fyri fyrstu fer? í hesum kappingarárinum hev?i Todi Jónsson sunnudagin fingi? pláss millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Todi var á vøllinum í 52 minuttir. So var? hann skiftur út. Tølini siga, at ta? gekk væl betur hjá FCK, eftir at føroyski álopsspælarin var farin av vøllinum, enn ta? hev?i gjørt frammanundan.
Í gó?ver?rinum vóru 22.227 í Parkini. Tey vóru vitni til, at Esbjerg var meiri sannførandi og leg?i seg framum bæ?i 1?0 og 2?0. Fyrra máli? fingu teir mi?skei?is í 1. hálvleiki eftir horna.
Fimm minuttir eftir ste?gin økti Esbjerg eftir fínt innlegg úr høgru og til handara stólpan til 2?0. So avgjørdi FCK venjarin, Hans Backe, sum frammanundan av starvsfeløgum sínum var kosin ársins venjari, at Todi og Thomas Røll skuldu skiftast út. Á vøllin komu Peter Møller og Jesper Bech, og serliga hesin seinni var vi? til at seta fer? á FCK spæli?.
Hjalte Nørregaard stúta?i ímóti málinum, bólturin rakti í mótstø?umann og sn?tti Esbjerg málverjan. So var eitt mál á muni og sí?sta hálva tíman var FCK greitt omaná. Mi?verjin Ole Tobiasen javna?i, tá i? sekundvísarin var sí?stu fer? á veg runt.
Í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur FCK spælt tvær fer?ir 2?2. Hans Backe seg?i seg hesa fer? vera nøgdan vi? avriki? sí?sta hálva tíman, og hann leg?i afturat, at hann sá ta? sum íløgu í framtí?ina, at Thomas Røll og Todi Jónsson, sum bá?ir vóru nógv skaddir fyrr á árinum, fingu spælití?.
Í Danmark ver?ur mett, at teir í FCK hugsa so miki? um Europa Cup, at ta? gongur eitt sindur út yvir avrikini í landskappingini. FCK venjarin undirstrikar, at ta?, sum ræ?ur um, er at hava flest stig eftir øll 33 umførini, og ta? sigur hann seg framvegis hava gott mót um, at hansara li? fer at hava.
FCM oddali?
Í Brøndby eydna?ist ta? heimali?num at vinna 2?0 á Viborg. Málini komu ikki fyrrenn sí?sta korteri?. Talan var um gott undirhald, og bæ?i li?ini høvdu fleiri upplagdar málmøguleikar. Hjá Brøndby, sum í fyrsta umfarinum tapti á heimavølli ímóti OB, var sigurin sera kærkomin.
Oddali? eftir tvey tey fyrstu umførini er FCM. Leygardagin vunnu teir í fínari uppger? 2?1 á heimavølli ímóti OB. Hetta var sjeyndi heimadysturin á ra? á n?ggja og framvegis navnleysa stadion, at teir fingu fult. Enn eina fer? eydna?ist ta? Mohammed Zidan at skora. Hann javna?i til 1?1 vi? brotssparki, sum var? dømt, tá i? hesin sami spælarin var? feldur.
Mest umrødda stø?an yvirhøvur hetta vikuskifti? var ta?, tá i? OB í 1. hálvleiki skora?i til 1?0. Steffen Højer pilka?i bóltin frá FCM málverjanum, sum skuldi sparka út. Ásko?anirnar eru ymiskar. Dómarin metti eftir loki? strí?, at hann hev?i gjørt eitt mistak, tí hann ikki hev?i bríksla? fyri vandamiklum spæli. Ikki øll, sum halda seg hava skil fyri fótbólti, vóru samd vi? honum í tí sjónarmi?num.
AaB vann 2?0 á heimavølli ímóti FCN, og Silkeborg vann á heimavølli 3?1 á AGF. N?ggjasta stjørnuskoti? í superliguni er Rajko Lekic í Silkeborg, sum hesa fer? skora?i tvey mál og er toppskjútti í superliguni.
Í fyrstu royndini í bestu deildini í mong ár hev?i Randers vitjan av Herfølge, sum vann 1?0.