FCK økti um leiðsluna

Ein dystur var á skránni í donsku superliguni í gjár. FCK og Randers hava avt útsettan dyst hangandi í eina tíð, og hesin varð avgreiddur í gjár. Hendan dystin vann FCK 2-1, og soleiðis styrktu teir enn meira um oddastøðuna. Málini hjá FCK skutu Marcus Allbäck og Fredrik Berglund. Innskifti Tidiane Sane minkaði um munin tíðliga í seinna hálvleiki.