FCK minnir ikki so lítið um Barcelona

Gamli venjarin sigur, at hann tapti valdsstríð við spælararnar, og Sosialurin var millum síðstu fjølmiðlarnar, sum hevði við Brian Laudrup at gera

Vánalig umrøða er betri enn eingin umrøða. Hetta hevur ofta verið tikið til at vera hugsjónin hjá teimum, sum hava við annað av teimum veldugu sponsku fótbóltsfeløgunum, Barcelona, at gera.

Og soleiðis sum tað hevur gingið fyri seg í h esi vikuni, so kundi tað sæð út, sum um at hetta eisini er galdandi í FCK ? danska fótbóltsfelagnum, sum nógvir føroyingar fylgja við stórum áhuga, tí okkara egni Todi Jónsson spælir har.


Valdsstríðið

Týsdagin kom tað sum ein bumba, at venjarin, Christian Andersen, hevði fingið sekkin. Og í donsku fjølmiðlunum varð vitjanin hjá Nelson Mandela skjótari trýst av breddanum, enn hon annars hevði verið, um ikki henda óvæntaða fótbóltssøgan stakk seg upp.

Sjálvrannsóknin hjá ábyrgdarmonnunum í FCK tykist ongan enda at taka, og í fjølmiðlunum verður gravað og grópað fyri at finna onkran nýggjan vinkul at bryggja eina søgu uppá.

Maðurin, sum fekk sekkin, plagar at tosa skjótt og nógv, og hann plagar at duga væl at siga setningar, sum hava verið sum stoyptir til yvirskriftir í bløðunum, men í hesi vikuni hevur hann verið fámæltur.

? Hetta var dreymastarvið hjá mær, og eg skal ikki dylja, at eg havi mist tað, tí eg tapti stríðið um valdið yvir liðnum. Stríðið stóð millum meg og nakrar spælarar, og teir vunnu, segði Christian Andersen mikudagin. Síðst í seksti árunum spældi hann í B 1903, sum er annað av feløgunum aftanfyri FCK, og í 1969 spældi hann tveir landsdystir.

Nú er hann sparkaður úr samanrunna felagnum, og sambært avtaluna, sum í fyrradagin varð gjørd millum venjaran og stjóran, Flemming Østergaard, so er venjarin púra leysur á marknaðinum. Tá hann segði hetta, undirstrikaði stjórin, at tað var hann og bara hann, sum hevði alla ábyrgdina av uppsøgnini.

Og so ásannaði stjórin, at tað hevur verið rumbul í nakrar vikur. Hann segði, at talan var um álitisbrot, og at hann fyri nøkrum vikum síðani á einum fundi hevði roynt at vaksa talvuna reina millum venjaran og spælararnar, men eftirtíðin hevði víst, at hetta var ikki eydnast serliga væl, og sovorðið verður ikki roynt fleiri ferðir.


Brian givið

pressuni krakk

Í donsku pressuni er komið fram, at tað vóru fýra spælaraumboð, sum stóðu aftanfyri uppsøgnina av venjaranum, og at Brian Laudrup var ein av hesum fýra.

Danska pressan hevur rættuliga kynt undir hetta bálið, altso at Brian Laudrup skal hava tikið valdið frá venjaranum, og nú er Brian Laudrup so fortørnaður yvir ? eftir hansara tykki ósakligu ? viðferðina, sum hann hevur fingið hesar seinastu dagarnar, at hann í ítróttartíðindunum hjá Danmarks Radio mikukvøldið boðaði frá, at hann vil einki hava við pressuna at gera.


Sosialurin í meldrinum

Í sambandi við vitjanina hjá Nelson Mandela var Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Tíðindablaðnum Sosialinum, í Keypmannahavn fyrrapartin av vikuni. Týsdagin seinnapartin hevði hann eina avtalu um at taka myndir av FCK venjaranum saman við Toda Jónsson og Briani Laudrup í sambandi við at FCK vandi á Frederiksberg.

? Nú aftaná dugi eg at síggja, at eg møtti upp beint, tá tað var vorðið alment at venjarin hevði fingið sekkin, men tað visti eg ikki fyrrenn seinni um kvøldið. Hóast eg ikki hevði verið har áður, so kendi eg tað sum um hýrurin var einki serligur. Ikki tí Todi Jónsson og Brian Laudrup vóru fryntligir, og eg fekk myndirnar, men teir gjørdu skjótt av. Venjaran sá eg einki til, men har vóru fleiri aðrir, sum hjálptu til við venjingini, og nú aftaná skilji eg eisini, hví myndamenn gingu og runnu við stórum fotokanónum, sjálvt um talan var um vanliga venjing ein kaldan týsdag í mars. Dagurin var ikki so vanligur í FCK, staðfestir Jan Müller.


Vejle vitjar í kvøld

Einki er at ivast í, at áhugin verður stórur hjá pressuni fyri dystinum, sum FCK skal spæla í kvøld. Vejle kemur í Parkina at vitja, og dysturin verður sendur beinleiðis á TV3+ rásini.

Kim Brink hevur einki serligt sagt um, hvussu hann fer at seta liðið saman, men talan verður neyvan um tær stóru broytingarnar, uttan tað at Lars Højer, sum hevði leikbann móti Brøndby, verður við aftur. Kortini er heilt greitt, at tað vera fleiri enn tveir álopsspælarar í hópinum, og tað er neyvan at skjóta við síðuna av at gita, at David Nielsen kemur nærri liðnum, enn hann var síðsta sunnudag.