FCK reyk úr Europa League

Hóast gott útgangsstøði, tveitti FCK sigurin burtur og er nú rokið úr Europa League.

FCK verður ikki at síggja í bólkaspælinum í Europa League í ár. Tað er greitt, nú danska stórfelagið í kvøld tapti 3-2 á heimavølli ímóti FK Jablonec úr Kekkia. FCK hevði annars gott útgangsstøði við 1-0-sigri í fyrra dystinum, men tað verður kekkiska felagið, sum sleppur víðari eftir regluni um fleiri útivallarmál.


Tað sá ógvuliga svart út hjá FCK miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið teir vóru aftanfyri 2-0 og fingu Benjamin Verbic vístan av vølli. Hóast tað, so fingu teir minkað til 2-1, men FK Jablonec kom síðani aftur á odda 3-1. Federico Santander minkaði til 3-2 tveir minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin, men tættari kom FCK ongantíð.


Brandur H. Olsen var á beinkinum hjá FCK allan dystin.


Betur gekst hjá Brøndby, sum í kvøld spældi seg víðari eftir 2-2-javnleik á útivølli ímóti Omonia Nicosia av Kýpros. Fyrri dysturin endaði 0-0. Teemu Pukki skeyt bæði málini hjá Brøndby í einum rokmiklum dysti, har bæði liðini fingu hvør sítt reytt kort og dysturin í 72. minutti varð steðgaður í seks minuttir fyri at fáa skil á áskoðararnar.