FCK smokkaði í Parkini

Munurin frá Brøndby og niður til FCK kann sunnudagin gerast so stórur, at tað verður meiri enn torført at vinna hann aftur

SUPERLIGAN

Toppuppgerðin í 16. umfarinum var seint seinnapartin sunnudagin í Parkini, har FCK hevði vitjan av Esbjerg. Í 10. minutti løgdu gestirnir seg framum eftir hornaspark, og hetta vísti seg at verða sigursmálið. Sjey minuttir eftir Esbjerg málið, sum Tommy Bechmann skoraði, fekk FCK gyltan møguleika. Zuma, sum mannaði álopið saman við Peter Møller, varð feldur, men liðformaðurin, Peter Nielsen, sendi brotssparkið í stólpan.
22.220 áskoðarar vóru eygnavitni til sera intensiva uppgerð. Seinnapartin av seinna umfarinum var Álvaro Santos á vøllinum. Hann loysti Morten Bisgaard av. Sambært donsku miðlarnar var lítið krút í brasiliumanninum. Skoðsmálið, sum hann fekk í BT, var eitt fimm tal ella dumpi karakterur.
Í FCK vóru tey vónbrotin. Hetta var triðja ferðin í hesum kappingarárinum, at liðið einki fekk burturúr á heimavølli. Tað er ikki nóg gott, um hugsningur skal vera um at endurvinna DM heitið.
Esbjerg sigurin hevði við sær, at teir fóru trý frá FCK. Esbjerg hevur 36 stig, og FCK hevur 31. Oddaliðið Brøndby var leygardagin í Ikast, har teir vunnu 2?0. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, og talan var um sannførandi sigur og harvið hevnd fyri óvæntaða FCM sigurin í Brøndby fyri stórum mánað síðani.
Sunnudagin skulu Brøndby og FCK, sum bæði skulu spæla í UEFA Cup hóskvøldið, hittast í Brøndby. Tað stendur nógv á FCK, sum er sjey stig aftanfyri oddaliðið.

Nýggja vón
Hjá OB, sum framvegis er á fjórða plássinum, hilnaðist vitjanin í Farum ikki væl. FC Nordsjælland, sum ikki hevði fingið fulla úrtøku í fimm teimum seinastu umførunum, vann 3?0, eftir at tað hevði verið málleyst í steðginum. Karismatiski FCN venjarin, Christian Andersen, takkaði leiðsluni fyri, at hon hevði keypt álopsspælaran Tommy Olsen ? hann skoraði til 2?0 ? í staðin fyri at geva venjaranum sekkin. Sigurin hevði við sær, at FCN lyfti seg upp um niðurflytingar strikuna.
Undir strikuni eru AB og Frem. AB tapti fyri tíggjundu ferð á rað. Teir eru nógv aftast, og um avrikini ikki batnað og kósin harvið vend, so fara teir at flyta niður. Hesa ferð løgdu teir rygg til 3?0 tap á heimavølli ímóti Viborg. Eydnan er sjáldan við botnliðunum. Tá ið einki var avgjørt, fekk AB bóltin inn um strikuna. Langskot brast í tvørtræið og niður í svørðin innanfyri málstrikuna, men linjuverjin lyfti ikki flagginum, og so tagdi dómarin.
Frem hevði vitjan av AGF. Eisini í aðru royndini við nýggjum venjara fekk AGF fult. Teir vunnu 2?1, men svenski venjarin, Sören Åkeby, var ikki nøgdur við leikliga avrikið. Hann helt, at spælararnir hjá honum orkaðu ikki nóg væl. Á heimaliðnum harmaðust teir, at tað ikki hevði eydnast teimum at fáa meiri burturúr, tí teir høvdu havt nógvar stórar møguleikar, sum AGF málverjin hevði vart fyri.
Hjá Herfølge sá leingi illa út. Í 61. minutti skoraðu gestirnir úr AaB til 3?1, men so vendi, og Herfølge megnaði at javna til 3?3. Síðsta málið fingu teir í yvirtíðini. Um teir høvdu spælt fimm minuttir afturat, so høvdu teir fingið sigursmálið, hildu teir í Herfølge.