FCK-spælarar misnøgdir

Stórur partur av li_num hjá FC Keypmannahavn er misnøgdur vi_ venjingarleguna í Føroyum, skrivar danska heimasí_an Onside.dk. Forma_urin í FCK er í ø_ini og bi_ur spælararnar halda munn

? Ta_ er ikki ta_ besta at venja og spæla á graslíki, og ta_ er heldur ikki ta_ besta at spæla ímóti li_um, sum als ikki eru á okkara stigi.
Ta_ sigur li_forma_urin hjá FCK, Bo Svensson, vi_ Onside.dk, eftir FC Keypmannahavn er komi_ heim av venjingarlegu í Føroyum.
Heimasí_an skrivar, at ta_ er bert ein grasvøllur í Føroyum, og tí mátti FCK venja og spæla ein dyst á graslíki.
Bla_i_ BT hevur eisini spurt seg fyri hjá onkrum spælarum, men teir hava hug at draga í land, og mi_vallarspælarin Hjalte Nørregaard vil ikki leggja navn til atfinningarnar.
? Hatta má standa fyri teirra rokning. Ta_ var eitt sindur løgi_ at spæla á graslíki mitt um summari_, men ta_ var fínur túrur fyri ta_, sigur hann vi_ BT.

Østergaard ikki blí_ur
Forma_urin í FC Keypmannahavn, Flemming Østergaard, er ikki blí_ur vi_ sínar misnøgdu spælarar.
? Spælarar í FCK eru settir at gera eitt arbei_i_, og so skulu teir bara halda munn og gera, sum teir ver_a bidnir. Vit halda, at vit hava lagt eina sera gó_a og avbjó_andi skrá fyri fyrireikingarnar, sigur Flemming Østergaard vi_ BT.
FCK-bossurin sigur vi_ BT, at fer_in til Føroya orsaka av teimum mongu vi_haldsfólkunum, sum felagi_ hevur í Føroyum, og tí hetta vóru serligir dystir til hei_urs fyri Toda Jónsson.
? Todi hevur gjørt fantastiska nógv fyri felagi_ ígjøgnum nógv ár, og um ta_ eru onkrir spælarar, sum hava ein trupulleika av, at vit fóru til Føroya, so skal eg nokk fáa teir at tiga, sigur ein illur Flemming Østergaard.

Todi er vónbrotin
Todi Jónsson, sum á ein ella annan hátt var høvu_spersónurin á fer_ini í Føroyum, er keddur av umtaluni av fer_ini.
? Eg eri vónbrotin av tosinum um túrin til Føroyar, sum er í hesum døgum. Eg var fegin um vitjanina i Klaksvík og Havnini, og toppurin í felagnum er eisini væl nøgdur vi_ fer_ina. Ve_ri_ var ikki akkurat, sum man kundi ynskt, men ta_ vistu vit frammanundan, sigur Todi á heimasí_u sínari.
? Vit vandu og spældu á grasi. Tvær fer_ir smávandu vit á graslíki, og í Klaksvík spældu vit á graslíkinum. Toppurin í felagnum var væl nøgdur, og føroyingar voru so blí_ir, sum bara føroyingar duga at vera. Meiri havi eg ikki at siga um ta_, sum hevur sta_i_ í donsku pressuni. Men eingin ivi skal vera um, at eg undrist á hetta, tí alt gekk, sum ta_ skuldi, sigur Todi.