FCK styrkti um sína støðu

Hvørki Todi Jónsson ella Jón Rói Jacobsen vóru á vøllinum í vikuskiftinum, tá ið FCK fekk fult á útivølli, meðan Brøndby meiri enn hálvsnávaði á heimavølli

ÚTISETAFELØG

Stríðið um meistaraskapin í donskum fótbólti stendur millum FCK og Brøndby. Fyri viku síðani var Brøndby omaná. Nú er tað FCK, sum eigur møguleikan at verja fremsta plássið.
Felags fyri bæði FCK og Brøndby er, at tey hava ein føroyskan spælara ímillum teir, ið verða vigaðir, tá ið besta liðið verður sett. Í vikuskiftinum var tað felags fyri bæði liðini, at tey ikki høvdu føroysku spælararnar á besta liðnum. Felags fyri bæði liðini er framvegis, at tað er upp til tey sjálvi at gera av, um tey skulu vinna meistaraskapin. Munurin er tvey stig, og í næstsíðsta umfarinum, sum verður spælt mikudagin 18. juni, skal FCK vitja í Brøndby.
Mest harmuligt var tað leygardagin hjá Toda Jónsson, sum hóast hann hevur havt alt tað, sum hugsast kann, ímóti sær, kortini við strevi og stríði í vár hevur megnað at vunnið seg so mikið fram, at tað í síðstu viku var ilt at síggja nakran annan møguleika, enn at Todi skuldi verða millum teir fyrstu ellivu, tá ið FCK leygardagin vitjaði í Farum.
Men ólukkutíð fyri Toda Jónsson, so var hann ikki førur fyri at spæla leygardagin.
? Undir venjing í síðstu viku fekk eg ein lítlan løst í lærið. Eg royndi at venja fríggjamorgunin, men tá varð skjótt staðfest, at tað var eingin møguleiki hjá mær at verða tøkur leygardagin, tíverri, sigur Todi Jónsson. Og tað er væl skiljandi, at hann harmast.
Jón Rói Jacobsen hevur verið millum lítið og einki á Brøndby liðnum, síðani hann var í Føroyum og spældi landsdystir ímóti Kasakstan, og Jón Rói var ikki á Brøndby liðnum, sum sunnudagin spældi ímóti AGF.

Zuma skoraði
Tað eydnaðist FCK leygardagin at koma úr Farum og aftur til Keypmannahavnar við øllum stigunum. Men tað sá leingi illa út. FCK hevði í fyrra umfarinum meiri spæl og størri møguleikar enn gestirnir, men teir fingu einki mál. Í 2. hálvleiki hevði Farum betri tak á spælinum, enn teir høvdu havt í fyrra umfarinum, men teir fingu einki mál.
Sigursmálið fekk FCK, tá ið tað bara restaðu fýra minuttir. Væl upplagdi svenski FCK álopsmaðurin, Jörgen Pettersson, legði aftur til Zuma, sum úr meiri enn 20 metra fjarstøðu smekkaði til, og bólturin sang í netinum aftanfyri Farum málverjan.
Zuma hevur ikki verið sannførandi síðani vetrarsteðgin. Hann hevur ikki skorað mál, og at hann hevur verið frustreraður hevur havt útvísing og leikbann við sær. Ivaleyst er tað møðin av at hava spælt fótbólt í næstan tvey ár uttan hvíld, sum er farin at gera um seg. Summarfrítíðin í fjør var lítil og eingin, tí Zuma var við suðurafrikanska landsliðnum í HM kappingini í Suðurkorea og Japan.
At Zuma ikki hevur verið so væl upplagdur, hevur havt við sær, at hann tær seinastu ferðirnar ikki hevur verið millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Sunnudagin varð hann skiftur inn í 2. hálvleiki, og tað var ein heppin innskifting, tí Zuma skoraði sigursmálið.
Hóast tapið so er Farum framvegis á triðja plássinum og harvið halda teir kósini fram ímóti bronsukrónunum.

AGF fekk javnleik
Í Brøndby vóru sunnudagin 19.195 áskoðarar, sum stuðlaðu heimaliðnum, ið stríddist fyri at endurvinna fremsta plássið, sum FCK hevði tikið leygardagin. Tað eydnaðist ikki Brøndby at vinna trý stig og harvið oddasessin.
Úrslitið ímóti botnliðnum úr Århus var 1?1. AGF var kroyst í botn fyrstu løtuna, men teir megnaðu at halda tætt, og tá ið ein hálvur tími var farin, komu teir á odda. Peter Graulund stútaði bóltin í kassan. Stutt undan steðginum stútaði sami spælari aftur bóltin í málið, men dómarin kolldømdi. Hann og linjuverjin mettu ikki, at bólturin stakk av tvørtrænum og inn um málstrikuna, men heldur niður á strikuna. Upptøkurnar vístu, at tað átti havt verið dømt mál og harvið 2?0 til AGF, og so er spurningurin, hvussu tað hevði tørnað út.
Í 2. hálvleiki helt Brøndby fram at trýsta og spæla. Teir raktu bæði í uppstandara og tværtræ, og teir í AGF bjargaðu á strikuni. Men tað eydnaðist eina ferð Brøndby at fáa mál. Peter Foldgast stútaði í málið eftir innlegg.
Javnleikurin hevði við sær, at Brøndby misti fet í oddastríðnum. Hóast teir megnaðu framúr javnleik í Brøndby, so eru teir í AGF framvegis niðanfyri niðurflytingarstrikuna. Men teir í Århus tykjast at hava fingið mót av nýggjum, og venjarin sigst ikki sita so leysur í stólinum sum onkur annar.