Tað er eingin ivi um tað. FCK er ríkasta fótbóltsfelagið í Danmark. Tað hava teir verið so leingi, og í hesi vikuni er aftur ein stórur sekkur við pengum lagdur afturat frammanundan stóru rúgvuni.
Í rúsinum av ítróttarliga undanvindinum í vár hava teir teknað nýggj partabrøv. Nú undan steypafinaluni og spennandi landskappingardystinum ímóti Brøndby hava teir kunngjørt úrslitið. Teir hava teknað 600 túsund partabrøv til kursvirði 225. Tað hevur givið 135 milliónir krónur í kassan.
? Pengarnir skulu brúkast til at vera við til fíggingina av teimum trimum tornunum í Parkini, sum vit higartil ikki hava átt, sigur Flemming Østergaard, sum er stóri maðurin í FCK. Tornini kosta tilsaman 310 milliónir krónur.
Meiri pengar
Sigur í steypafinaluni og sigur í kappingini um DM fara at hava við sær, at uppaftur meiri gull fer at renna niður í frammanundan fulla pengakassan hjá FCK. Hvussu nógv ber ikki ítøkiliga at siga. Men umframt peningaupphæddir fyri sigrarnar, so ber Europa Cup luttøkan peningaupphæddir við sær, og tað fer eisini at verða uppaftur meiri populert, enn tað longu frammanundan er, at verða stuðul hjá FCK.
Í FCK rokna teir við, at tað fara at vera umleið 30 túsund áskoðarar til finaluna í dag. Av teimum verður roknað við, at umleiðs seks túsund fara at koma úr Odense. Til dystin ímóti Brøndby sunnudagin verður fullsett. Tað vil siga umleið 43 túsund áskoðarar.
Ætlanin er, at føroyingarnir, sum saman við Sosialinum og Atlantic Airways fara til Keypmannahavnar at hyggja at fótbólti, fríggjadagin skulu hyggja seg um í Parkini.
? Tað verður skipað fyri rundvísing seinnapartin, og tá fari eg at hitta føroyingarnar og greiða teimum frá, hvussu tað gongur fyri seg, tá vit spæla á heimavølli, sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn. So mugu fótbóltshugaðir føroyingar vóna, at tað verður ein av steypavinnarunum, sum teir fara at hitta fríggjadagin!