FC Keypmannahavn hevur ikki góðar fortreytir fyri at koma víðari í Europa-Cup kappingini fyri steypavinnarar, eftir at teir taptu 2-0 á útivølli móti Real Betis hóskvøldið.
Todi Jónsson var í ferðalagnum til Spania, og hann sat eisini á beinkinum, men hann kom ikki á vøllin, tí hann var so illa skaddur.
Og uttan Toda á liðnum var ikki sami broddur í álopinum, heldur danska pressan.
FCK stóð seg illa í fyrra hálvleiki, tá teir stundum vóru niðurspældur av spanska mótstøðuliðnum. Spaniumenn skoraðu bæði síni mál í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki fór FCK longur fram á vøllin fyri at fáa eitt mál, sum hevði skapt nógv betur fortreytir undan seinna dystinum. Teir komu eisini nær at skora, tá teir raktu tvørstongina, men endin var, at Betis vann 2-0.
Seinni dysturin millum feløgini verður í Ítróttarparkini hósdagin 6. november, og tá skal FCK gera tvey mál, fyri at koma uppá javnt við Real Betis. Hendir tað, at spaniumenn fáa mál í Parkini, skal FCK hava heili fýra mál fyri at yvirliva í kappingini.
Bæði venjarin hjá FCK, Kent Karlsson, og danska pressan, heldur, at Todi Jónsson er sera týdningarmikil partur av royndini at koma víðari, og danir vóna, at føroyski álopsspælarin verður klárur at spæla um knappar fjúrtan dagar.