FCK-venjarin, Ståle Solbakken, heldur tað ikki vera ómøguligt at fáa stig í Skotlandi. FCK hevur svenska áleyparan Marcus Allback kláran aftur, og hetta er stórur styrkur. Venjarin heldur tað vera ein stóran fyrimun, at FCK kann fara aftur á vøllin og lata Celtic skapa dystin, tí at styrkin hjá FCK er júst í verjupartinum. Dysturin byrjar kl. 19.45 í kvøld.