Superligan
Í blaðnum í gjár segði Todi Jónsson, at tað hesa síðstu tíðina hevur verið sera hugaligt at koma til venjingar í FCK mánamorgnar. Í fimtan dystum upp í slag hava teir í FCK ikki tapt, og tí hevur lagið verið sera gott, og tað hevur verið hugaligt at fara undir fyrireikingarnar til næstu uppgávuna.
Tað er væl skiljandi, um lagið í gjáramorgunin var eins gott, sum tað var mánamorgunin. FCK spældi sjálvandi ikki mánakvøldið. Men kortini vóru teir mánakvøldið nógv nærri DM, enn teir vóru sunnukvøldið.
Brøndby hevði mánakvøldið vitjan av Lyngby. Vitjandi liðið hevði tapt nógvar teir seinastu dystirnar, og tað hevur leingi sæð út sum um teir hava verið farnir í summarfrí. Men ímóti Brøndby eydnaðist tað Lyngby at vinna 2?1.
Úrslitið hevur við sær, at Brøndby er fýra stig aftanfyri FCK. Silkeborg, sum er næstfremst, er trý stig aftanfyri FCK. Tað eru trý umfør eftir í superliguni, og nú er tað rættuliga sannlíkt, at FCK verður meistari, og at teir tað verður endaliga avgjørt undan síðsta umfarinum.
Komandi sunnudag skal Brøndby spæla í Silkeborg. Sama dag fer FCK at spæla ímóti Lyngby. Nógvir av FCK spælarunum eru gamlir Lyngby spælarar. Todi Jónsson sigur, at sjálvt um Lyngby meiri ella minni hevur verið sinniliga í summarfrí í nógvar vikur, so hava teir bíðað eftir at spæla ímóti FCK. Tí hevur í FCK verið roknað við einari torførari uppgávu.
Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við tí, men vinnur FCK ímóti Lyngby, so verður DM heitið heilt tætt undir borðinum. Um tað endar við javnleiki í Silkeborg, so verður FCK longu í vikuskiftinum næstan meistari.
Soltin úrtøku
Brøndby hevði mánakvøldið stóra leikliga yvirvág ímóti Lyngby, men teir megnaðu ikki at fáa mál burturúr møguleikunum. Bæði tí álopsspælararnir vóru óneyvir, og tí Lyngby málverjin, Per Fahlström spældi so framúr væl.
Tá ein tími var farin, hevði verjukiks hjá Brøndby við sær, at suðurafrikumaðurin hjá Lyngby, John Bradley August, gjørdist púra leysur, og so var støðan 0?1. Tíggju minuttir seinni javnaði sviin Mattias Jonson, eftir at Ruben Bagger hevði sent í stólpan, og so var lagt upp til Brøndby trýst.
Men lítla løtu undan leikloki var tað ungi Kim Christensen, sum skoraði fyri Lyngby. Fullkomuliga misvísandi, tá spælbýtið verður havt í huga. Men tað eru málini, sum telja, og eftir dystin staðfesti Per Bjerregard, sum plagar at verða nevndur Mr. Brøndby, at nú ber illa til at ímynda sær annan meistara enn FCK, og at tað er uppiborið, at FCK vinnur DM.