FCK vann stórsigur á AaB

FCK vann heili 4-0 á AaB í Parkini í gjárkvøld, og harvið var gullveitslan í Aalborg útsett. Liðið hjá Jón Róa Jacobsen - sum ikki fekk spælitíð í gjár - hevur kortini 3 matchbóltar. Fyrst møta teir Brøndby - hvørs áskoðarar ynskja, at AaB tekur meistaraheitið frá FCK - á heimavølli. Síðani skal AaB leika á útivølli ímóti Lyngby, sum longu eru flutti niður í næstbestu deildina. Og á síðsta leikdegi hava teir í AaB heimadyst ímóti OB. So nógv skal ganga galið hjá AaB, um teir ikki gerast danskir meistarar.