Donsku meistararnir úr FCK sýndu eitt sera gott avrik, tá teir í gjárkvøldið spældu í UEFA-Cup kappingini. Dystyurin var á útivølli móti Lokomotiv Moskva, men hóast truplar umstøður og sterka mótstøðu so var FCK oman á at kalla allan dystin. Eitt brotsspark skuldi tó til, áðrenn Morten Nordstrand í 62. minutti kundi skjóta einsamalla málið í dystinum. Eftir hetta hetl FCK fast, og tó at heimaliðið hevði bóltin við, so skaptu teir ikki teir stóru møguleikarnar.