DM KAPPINGIN
33. og síðsta umfarið í superliguni gjørdist meiri spennandi, enn nakar hevði ímyndað sær, at tað skuldi gerast. Oddaliðið Brøndby hevði heimavøll ímóti botnliðnum og langt síðani niðurflutta Lyngby. Einastu kappingarneytarnir hjá Brøndby var gamla meistaraliðið í FCK. Felagið hjá Toda Jónsson hevði torføra uppgávu í Aalborg, har heimaliðið skuldi stríðast fyri at vinna bronsumerkini. Tí var ikki so undarligt, at teir 27.357 áskoðararnir á Brøndby stadion undan kappingarbyrjan og alla tíðina undir dystinum bóru seg at sum um teirra lið longu var meistari.
Brøndby vann 2?0, og harvið staðfestu teir endaligu toppplaseringina, sum teir hava átt øll 33 umførini. Tí kann ikki sigast annað, enn at meistaraheitið var uppiborið.
Men kortini var einki at siga til, at teir í FCK iðraðu seg. Teir taptu onga ferðina eftir vetrarsteðgin, teir høvdu 69 stig ? nevyt sama talið sum Brøndby ? men teir bláu og gulu gjørdust meistarar, tí málmunurin hjá teimum var átta betri, enn hann var hjá FCK.
Einasta ferðin í øllum kappingarárinum, at Brøndby var aftanfyri FCK var hóskvøldið, meðan dystirnir í síðsta umfairnum vórðu spældir. Í 65 minuttir var FCK á odda ímóti AaB, meðan tað var málleyst í Brøndby. Tá seytjan minuttir vóru farnir í Aalborg, kundu teir 10.689 áskoðararnir staðfesta, at alt bendi á útisigur. Zuma var farin til Suðurafrika at fyrireika seg til HM endaspælið. Ti hevði Peter Møller fingið møguleikan undir liðini á Toda Jónsson, og fyrrverandi AaB spælarin takkaði fyri álitið við at skora tvey mál fyrsta stóra korterið.
AaB royndi at svara aftur, og teir megnaðu undan hvíldini at minka um munin. Men FCK, sum umframt Zuma restaði báðar teir svensku landsliðsspælararnar og norska Mykland, var væl upplagt, sjálvt um teir í síðstu viku mistu gullið í steypakappingini og eisini í landskappingini.
Todi Jónsson var støðug hóttan. Hann hevði fleiri góðar royndir, og lítla løtu eftir steðgin økti hann til 3?1. Eftir at bólturin varð stungin fram ímillum, kom Todi leysur. Um brotsteigarmarkið lat hann bóltin støkka eina ferð í vøllin, áðrenn hann smekkaði til, og tað sang í netinum aftanfyri annars sera væl upplagda Jimmy Nielsen. Harvið hevði Todi Jónsson skorað átta mál í hesum kappingarárinum. Miðverjin Bora Zivkovic átti 4?1 málið.
Faxe kanska til Brøndby
Fyrrverandi meistaravenjarin hjá Jákupi Mikkelsen og Herfølge er kanska á veg til nýggja meistaraliðið Brøndby, sum tey bæði seinastu árini hevur vunnið silvur. Faxe, sum sigst hava sagt nei takk til venjarastarvið hjá føroyska landsliðnum, var í Brøndby hóskvøldið, og hann segði seg hava áhuga at gerast venjari í felagnum, sum hann var við til at vinna so nógv fyri. Michael Laudrup sigst vera eitt annað boð upp á avloysaran hjá Tom Køhlert, sum ikki er áhugaður at halda fram.
Hýrurin í Brøndby var góður hóskvøldið. Stórt fýrverk var fyrireikað og sent eftir dystarenda, men tað stóð leingi nógv á. Lyngby bardist manniliga ímóti stóra mótstøðuliðnum, og teir megnaðu at halda tætt inntil seinna umfarið var tjúgu minuttir gamalt. Heilt inntil í 90. minutti bitu teir negl á Brøndby beinkinum. Tað var ikki fyrrenn í síðsta minuttinum, at Brøndby økti til 2?0 og harvið staðfesti heimasigurin og meistaraskapin.