ÚTISETAFELAG
Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum var Todi Jónsson mikukvøldið ikki millum teir fyrstu ellivu á FCK liðnum, sum spældi 2?2 í Viborg. Hann varð settur á vøllin, tá ið ein lítil hálvur tími var eftir, og tað var um reppið, at Todi gjørdist hetjan á FCK liðnum. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, var hann á rætta staðnum, tá ið eisini innskifti Peter Møller (fyri Erik Mykland í 71. minutti) lyfti høgt úr vinstru og til handara stólpan. Todi rakk akkurát fram, men ein hálvan metur frá baklinjuni og eitt vet handan stólpan brast bólturin í uttaru síðuna á stólpanum, tá ið Todi við høgru innarusíðu royndi at flukta í púra tóma málið.
At Todi Jónsson ikki var millum teir fyrstu ellivu komst av, at Hans Backe hesa ferð hevði gjørt av, at nýggi brasilski spælarin, Álvaro Santos, skuldi vera undir liðini á Zuma. Samanspælið teirra millum tóktist ikki at vera so galið, men hvørgin teirra kom á málskjúttaralistan, sum er týdningarmiklasta vektin, ið álopsspælarar verða vigaðir á.
Hóast FCK leikliga var omaná so at siga alla tíðina, so mundi uppgerðin kennast sum støðug mótbrekka. Søren Frederiksen, ið er tann spælarin, ið hevur skorað flest mál tilsaman í superliguni, sum nú er ellivu ára gomul, setti longu í 2. minutti hol á fyri Viborg, tá ið hann sendi fríspark í málið.
FCK royndi og royndi at spæla, og aftaná metti venjarin hjá teimum, Hans Backe, at hansara lið hevði havt fjúrtan upplagdar málmøguleikar. Men tað var ikki fyrrenn ein tími var farin, at Thomas Røll skoraði upp á brotssparkið, sum hann sjálvur hevði fingið.
So var lagt upp til, at Viborg skuldi verja javnleikin, men bara tríggjar minuttir seinni vóru teir aftur frammanfyri. Við dundurskotið úr 16 metrum skoraði Christian Magleby, sum í summar kom til Viborg, eftir at hann í vinstru hevði sneitt framvið fleiri mótstøðumonnum.
FCK royndi og royndi, og í síðstu løtu í vanligu leiktíðini eydnaðist tað liðformanninum og stríðsmanninum á miðvøllinum, Peter Nielsen, at javna, tá ið hann mitt fyri setti framvið sera tryggja Viborg málverjanum.
Hetta var aðru ferð á rað, at meistararnir úr Keypmannahavn bara fingu eitt stig burturúr. Tað kemur ikki ofta fyri hjá teimum. Men tað plagar at vera torført hjá teimum í Jyllandi, so kanska vóru teir kortini ikki heilt misnøgdir við úrtøkuna. Leikliga avrikið segði venjarin seg vera heilt væl nøgdan við. Og so hevði tað verið sera hugaligt, um Todi Jónsson, sum hesa ferð varð settur í skuggan av nýggja spælaranum, hevði verið hepnari í síðstu løtu, enn hann var tað hesa ferð.