FCKTV, sum er sjónvarpsrásin hjá FCK, gjørdi eftir steypasigurin samrøðu við føroyska miðvallarn Brand H. Olsen. Brandur avgjørdi donsku steypafinaluna, tá hann í umdystinum skoraði til 3-2 við skoti uttanfyri brotsteigin.
Les eisini: Brandur avgjørdi steypafinaluna
- Eg hugsaði ikki so nógv. Eg hugsaði bara, at eg mátti gera ein bóltnerting við høgra beini og gera skjótt av við vinstra beini og skjóta. Tað var fantastiskt at síggja bóltin fara í málið. Hetta var heilt fantastiskt. Serliga eftir útvísingina í Randers, so var tað deiligt at fáa møguleikan aftur. Hetta er ótrúligt. Óbeskriviligt, sigur Brandur millum annað við FCKTV.
Brandur byrjaði á bonkinum, men kom á vøllin í seinna hálvleiki.
- FC Vestsjælland var eitt vet omaná í fyrra hálvleiki og vunnu tvídystirnar, men tað klára vit at rætta uppá í seinna hálvleiki. Tað bleiv tað ein javnan og harðan dyst, har vøllurin bleiv eitt sindur torførur at spæla á móti endanum. Vit vísa móti endanum, at vit eru sterkari enn FC Vestsjælland, sigur Brandur.
FCK skal sunnudagin spæla móti oddaliðnum í Superliguni, so tað verður smátt við gleði.
- Vit fara at fáa okkum okkurt at eta og kanska eitt glas av víni, men vit hava ein týdningarmiklan dyst móti FC Midtjylland sunnudagin. So tað verður ikki feirast við manér, sigur Brandur og leggur at enda afturat;
- Eg havi ábyrgdina av steypinum í dag!
Sostatt hevur 19 ára gamli skálvíkingur, Brandur Hendriksson Olsen, avgjørt donsku steypafinaluna og hevur nú steypið undir hond.