Bilar
Magnus Gunnarsson
Danskir bilainnflytarar hava í einum tíðindaskrivi hvassliga átalað, at FDM í seinasta nummari av limablaðnum Motor hevur funnist at rustverjuni á fleiri nýggjum bilmodellum.
Munur á kvalitetinum
FDM limablaðið Motor hevur saman við svenska bilblaðnum Vi Bilägare, kannað, hvussu 97 ymisk bilmodell vóru rustviðgjørd. Kanningin, ið varð gjørd av nýggjum bilum frá 1998 til 2000, vísti, at stórur munur er á kvalitetinum. Nakrir bilar eru konstrueraðir soleiðis, at teir mangla neyðuga rustverju í fleiri holrúmum. Hetta kann føra til, at bilarnir fara at rusta seinni.
Nordisk Antirustkodex
Hóast galvaniseraðar stálplátur eru betur vardar móti rusti enn vanligar stálplátur, vísa kanningar at pláturnar skulu verða konstrueraðar rætt og fáa neyðuga rustverju. Eisini hevur tað stóran týdning, at undirvognurin verður hildin reinur, eins og skermkassarnir og bilurin sum heild. Deildarleiðarin á teknisku deild hjá FDM, Jørgen Jørgensen, hevur í fleiri ár víst á, at ikki allir nýggir bilar eru nóg væl vardir móti rusti. Hann er annar av umboðsmonnunum hjá FDM í felags norðurlendska samarbeiðinum ?Nordisk Antirustkodex 2000 for personbiler?, sum arbeiðir við at fáa bilverksmiðjurnar at taka rusttrupulleikan í álvara.
Broyta mannagongdina
Ymiskt er, hvussu langt áramál bilverksmiðjurnar lýsa við, men tær flestu geva millum 6 og 10 ára garanti móti gjøgnumtering. Hóast mótstøðu frá ?De Danske Bilimportører?, heldur FDM fast við sína niðurstøðu, og krevur, at tær bilverksmiðjur sum ikki rustviðgera sínar bilar nóg væl, broyta mannagongdina í framleiðsluni soleiðis, at bilarnir framyvir verða rustviðgjørdir til at standa seg ímóti veðurlagnum í Danmark og Norðurlondum sum heild.
Kelda: Tíðindaskriv frá FDM