Feðgar á fløgu

24 smá stykki eru á fløguni, ið Kristian og Mikael Blak hava givið út

Nakað fyri jól kom fløga út, ið nevnst 24 Preludes. Kristain Blak er maðurin aftanfyri og hann leikar saman við soninum Mikael.

Feðgarnir leika 24 smærri stykki. Mikael situr sum vanligt við bassinum. Kristian likar ymisk ljóðføri: piano, urgu, harmoninum, ásláttur, Fender Rhodes og Wurlitzer el piano.

Listarliga arbeiðið handan fløguhúsan hevur Sámal Blak gjørt og Kristan Blak og Hans H. Scheel eiga myndirnar.

Kristian Blak stendur sum framleiðslustjóri á hesi fløguni, ið er tikin upp í Havnar Kirkju, á Frúutrøð og í Studio 93.

Tøkningar vóru Edvard Nyholm Debes og Ronnie Nielsen. Ole Christian Nielsen stóð fyri mastring.

Tutl stendur fyri útgávuni