Feðgar á flog

Við flogfarinum hjá Atlantic Airways, sum sunnudagin fór til London, vóru faðir og sonur skipari og stýrimaður. Hetta er fyrstu ferð í føroyskari flogsøgu, at tað kemur fyri

Tá Jón Falkvard, flogskipari úr Miðvági, fór sín fyrsta túr sum stýrimaður hjá Atlantic Airways, var pápi hansara, Hans Meinhard á Høgabóli, skipari.
Jón Falkvard, sum er 24 ára gamal, varð avlærdur sum flogskipari seinasta summar, og byrjaði í vár í starvi hjá Atlantic Airways.
Síðan hevur hann verið í gjøgnum tær venjingar, sum kravdar verða í hesum sambandi, áðrenn hann nú sunnudagin slapp at royna seg á sínum fyrsta flogtúri við ferðafólki. Fyrsti túrur hansara í stýrihúsinum hevði rættiligan alheims dám. Hann var millum størsta flogvøllin í Føroyum, og eina av floghavnunum í heimsstaðnum London.
Skipari á túrinum til London var faðir Jóns, Hans Meinhard á Høgabóli, flogskipari.
Hans Meinhard hevur drúgvar royndir á økinum og tískil tann heilt rætti lærumeistarin hjá hesum unga stýrimanninum.
Tá Atlantic Airways byrjaði flúgving sína í mars 1988, var Hans Meinhard tyrluflogskipari hjá táverandi tyrlutænastuni. Í december sama árið fór hann at flúgva flogfarið hjá Atlantic Airways og hevur síðan, við undantaki av einum ári, tá hann fleyg fyri eitt italskt flogfelag, verið í starvi hjá felagnum.
Hesir báðir feðgarnir eru nú ikki teir einastu í hasi familjuni, sum hava flogbasillur í blóðinum. Mammubeiggi at skiparanum, Hans Meinhardi, og sostatt ommubeiggi at stýrimanninum, Jóni, er Hans Hansen, flogskipari hjá Atlantic Airways, sum øll árini, felagið hevur verið til, hevur verið ímyndin av føroyskari feðrafólkaflúgving.
So í løtuni sita trý ættarlið úr somu ætt í Miðvági við róðrið umborð á flogførunum hjá føroyska tjóðarflogfelagnum, AtlanticAirways.