Søguliga kappingin í Hastings hevur broytt seg frá at vera ein sterk lukkað kapping til at vera ein opin kapping, sum øll kunna taka lut í. Høvuðsorsøkin er, at áhugin fyri at telva við í Hastings er fallin seinastu árini. Hetta kemst serliga orsakað av, at fyrireikararnir hava havt ov lítlan pening at arbeiða við.
Við broytingini til at hava eina opna kapping vóna fyrireikararnir, at Hastings verður meira sjónlig og lokkandi fyri sterkar stórmeistarar í framtíðini. Í árligu útgávuni av Hastings Master hevur ein telvari yvir 2600 í rating, nevnliga Vladimir Belov (2620), og sjey telvarar hava yvir 2500. Luttakaratalið er 108.
Helgi D. Ziska er styrkismettur sum nummar 44 og Andrias Ziska nummar 95.
Góð byrjan
Helgi, sum av sonnum kann sigast at vera ársins telvari 2005, legði óføra væl út við at vinna á sterka altjóða meistaranum, Andrew Greet (2428). Tað er nærum við at verða gerandiskostur hjá 15 ára gamla havnarmanninum at jarðleggja altjóða meistarar.
Andrias fekk eisini eitt gott úrslit í fyrsta umfarinum við javnleiki ímóti einum 2085-telvara. Síðani kom stígur í hjá Andriasi, tó so, at hann vann í fimta umfari sunnudagin. Andrias hevur tískil 1,5 stig og tað er helst eitt vet omanfyri væntaðu skoruna.
Eftir góða sigurin ímóti IM Greet hevur tað gingið upp og niður hjá Helga. Eftir at hava vunnið á veikari mótstøðu og tapt fyri sterkari, hevur hann trý stig. Helgi er eins og faðirin omanfyri sína væntaðu skoru.
Seks telvarar, har av GM Belov, eru fremstir við fýra stigum. Fimm umfør resta í og spennandi verður at fylgja við um tað eydnast Helga í Hastings at nærka seg sínum næsta IM-normi.
Næsta uppgávan hjá Helga verður komandi vikuskiftið, tá oddaliðið úr Havn hittur a-liðið hjá klaksvíkingum. Hitt toppliðið, Vestmanna, skal til Kollafjarðar, meðan KTF2 og TFS hittast í triðja dystinum í 5. umfari í fremstu deildini.
Rublevsky russiskur meistari
Óvæntað eydnaðist tað 32 ára gamla Sergey Rublevsky (2652) at vinna 58. russiska meistaraskapin, sum varð telvdur um jóltíðir. Í fjør varð tann nú pensioneraði Garry Kasparov russiskur meistari.
Rublevsky hevur í mong ár verið partur av olympiaduliðnum hjá russum, men hevur tó ongantíð verið omanfyri 2700 ratingstig. Rublevsky telvaði sannførandi og vann við 7,5 stigum av ellivu møguligum. Fýra sigrar og sjey javnleikir. Fyri ómakin vann Rublevsky sær 40.000 amerikanskar dollarar.
Hægstrataðu telvararnir, Peter Svidler (2740) og Vladimir Kramnik (2739) hava einki at reypa um. Svidler var við í oddinum heilt fram til 9. umfar, men tapti síðani ímóti Evgeny Bareev (2675). Svidler fekk loksins 6 stig og eitt deilt 4. pláss. Kramnik kom ongantíð í gongd og fekk einans 5,5 stig. Ilt er at siga hvat er hent við Kramnik seinastu árini. Ratingtal hansara fer støðugt skeiva vegin.
Alexander Morozevich (2707) og Dmitry Jakovenko (2644) deildu 2. pláss við 6,5 stigum, eitt stig aftanfyri vinnaran. Morozevich forsvav seg tá hann í 3. umfari skuldi telva ímóti júst Jakovenko, og tapti hann tí talvið á ein óhepnan hátt.