Federer fyri 7. ferð

Sjeynda árið á rað skal Roger Federer spæla mansfinaluna á Flushing Meadows í New York, har US-Open verður spælt. Sunnukvøldið vann Federer 7-6, 7-5, 7-5 á serbiska Novak Djokovic. Talan var um 41. sigurin á rað hjá Federer, sum í finaluni skal spæla móti argentinska Juan Martin del Pedro. Hann vann 6-2, 6-2, 6-2 á Rafael Nadal í sínari hálvfinalu.