Fyri fyrstu ferð í 76 ár var ein breti komin í mansfinaluna í Wimbledon tenniskappingini. Skotin Andy Murray skuldi dystast við Roger Federer, sum hevði vunnið seks Wimbledon kappingar áðrenn hesa.
Og tað endaði eisini við, at sveisarin vann sjeyndu kappingina. Andy Murry megnaði als ikki at standa ímóti Federer , sum vann dystin 3-1 (4-6, 7-5, 6-3, 6-4).
Eftir dystin trillaðu tárini hjá Murray, tá ið hann skuldi tosa um finaluna. Men hann viðurkendi, at betri spælarin hevði vunnið.
- Hann er ikki so galin av einum 30 ára gomlum at verða, segði Murray skemtandi.
Federer er bert triði tennisspælarin yvir 30 ár, sum vinnur Wimbledon kappingina.
Roger Federer er nú ájavnt við Pete Sampras í Wimbledon-sigrum, men er mest vinnandi tennisspælarin, tá ið tað kemur til grand slam sigrar (tað eru sigrar í teimum stóru tenniskappingunum). Federer hevur nú vunnið 17 Sampras vann 14