Fedranna tala fimmti ár seinni

Í ár eru liðin 50 ár síðani Tórshavnar Kommunuskúli varð vígdur 2. september 1956. Hetta fer ikki aftur við borðinum uttan markeringar.

Ein slík markering var gjørd fríggjakvøldið, tá ein serstøk hátíðarkonsert varð hildin í Auluni, sum annars hevur hýst so mongum øðrum tónlistarligum tiltøkum hesa hálvu øldina.
Hetta kvøldið vóru tað børnini og tey ungu, sum settu sín dám á konsertina. Bæði við sangi, upplestri og ikki minst tónleiki framførdu tey fleiri løg sjálvi  og lutvíst saman við lærarum skúlans.
Millum verkini sum vórðu framførd var Fedranna Tala sum Heðin Brú yrkti til vígsluna.
Nú  50 ár seinni  var tað eitt barnakór, lærarakór og Skúlaorkestur Tórshavnar Kommunuskúla sum framførdi hetta megnar verkið, sum Hans Jacob Højgaard hevur gjørt lagið til.
Við í kórinum var eitt stórt tal av børnum, sum Andrea Heindriksdóttir hegnisliga leiddi. Saman við teimum vóru fleiri strúkarar og blásarar. Sanglestrinum stóð kenda songkvinnan Kristel Lisberg fyri, saman við Rakul Thomsen.
Aulan í Kommunuskúlanum var fullsett við hetta høvið.