Jacob Vestergaard gjørdist atkvøðuslúkur við løgtingsvalið leygardagin við 869 atkvøðum. Hann fegnaðist eisini, tá hann kom til valstaðið í Trongisvági at hitta miðlaumboð fyri sjónvarpið og Rás 2, tá endaliga úrslitið á størsta valstaðnum í Suðuroynni bleiv kunngjørt og tað var greitt, at fólk úr allari Suðuroynni høvdu stuðlað Jacobi Vestergaard sera væl.
Jacob Vestergaard segði m.a. í samrøðu við Ras 2, at tað, at Strandferðslan er flutt til Suðuroyar sjálvandi hevur havt ávirkan á valúrslitið, men tað, at løgmaður koyrdi Jacob úr landsstýrissessinum vegna málið um skipararnar á Smyrli, hevur ikki gjørt valið verri, og sostatt kann staðfestast, at martýrleikluturin eisini gav úrslit.
Fast samband suðureftir er framtíðin
Sosialurin fekk orð á Jacob Vestergaard sunnukvøldið, tá valfepurin mestsum hevði lagt seg.
Vitjaðu nógv fólk inn á gólvið hjá tær leygartkvøldið?
- Ja, her var fult hús og tað var tað alla náttina, so tað var stak hugnaligt, sigur Jacob Vestergaard.
Tú vart sannur atkvøðuslúkur. Veljarin lønar tær kanska fyri t.d. at hava flutt Strandferðsluna til Suðuroyar, men kann tað ikki eisini hugsast, at veljarin væntar sær sera nógv av tær, og leggur hetta ikki ávíst trýst á tínar herðar?
- Jú, óivað er talan um bland av báðum, fólk taka undir við summum av tí, ið eg havi gjørt, við førda politikkinum, og vænta óivað, at hildið verður á við sama politikkinum. Tað gera veljararnir nokk, tá eg fái slíka álitisváttan og slíkt herðaklapp, metir Jacob Vestergaard.
Fast samband suðureftir er eitt mál, sum Jacob fleiri ferðir hevur nevnt undir valstríðnum. Og tá hann verður spurdur, um tað eru vallyfti, ið hann leggur eyka stóran dent á, ella sum hann kanska fer at seta sum ultimatum, at tey koma upp á tal í førda politikkinum komandi árini, so er listin hjá Jacob langur, tó at hann ikki vil seta tey sum krøv.
- Tað nýttar vanliga lítið at seta fram ultimatum, tá samráðast skal. Men suðurleiðin hevur týdning og fast samband hevur týdning. Ongin ivi er um, at Sandoyartunnilin skal byggjast beinanvegin, og hesin tunnilin er byrjanin til suðurleið og fast samband til Suðuroyar, so kanningar hesum viðvíkjandi eiga at byrja sum skjótast. Eg veit sjálvsagt, at tunnil til Suðuroyar kostar, og eg veit ikki heilt hvussu er við tí tøkniliga, men hetta skal kannast, sigur Jacob Vestergaard.
- Vit hava eina farleið, ið kostar einar 60 til 80 milliónir árliga, og oljan gerst neyvan bíligari, men túratalið skal økjast, og hóast ferðaprísurin er komin væl niður, so skal hann møguliga lækkast á eitt hóskandi støði. Eisini skal tænastustøðið hækkast. Men framtíðin er ein tunnil, serliga um okkara eftirkomarar skulu hava møguleika at seta búgv í Suðuroynni. Rokna vit runt, at suðurleiðin kostar 100 milliónir árliga, so kunnu hesir pengarnir forrenta nokkso nógv, sigur Jacob Vestergaard.
- Ætlanin um eftirskúla í Hvalba skal eisini byrja beinanvegin, tí hetta er eitt átak fyri allar Føroyar. Tað eigur at lagast so, at nevndin kann fara til verka beinanvegin og skipast skal sum sjálvsognarstovnur, sigur Jacob, ið hevur nógv hjartamál, ið hann vil hava á dagskrá.
- Hvalbiartunnilin skal raðfestast frammaliga, tí eittnú vinnulívið merkir vánaligu korini, og so skal ellisheim og heim fyri minnisveik koma í Vági beinanveg, og her er mest sum alt klárt. Nógv annað er at taka hond um í Suðuroynni, tí oyggin er tann stóri útjaðarin í Føroyum og aldursbýtið er skeivt. Tað ræður um at halda tørn, so støðan ikki versnar, men eittnú flytingin av Strandferðsluni til Suðuroyar er gott dømi, og hevur víst, at fólk við góðari útbúgving kemur aftur til Suðuroyar, tá møguleikin er har, sigur Jacob Vestergaard.
ABC skal roynast
Jacob Vestergaard nevnir eisini, at kommunali byggnaðurin í Suðuroynni skal styrkjast, og at Hovstunnilin hevur “minkað” um Suðuroynna, so vónandi kann leggast saman ella standast saman um fleiri mál.
Nú skal løgmaður royna, hvørjir samgongumøguleikar eru og Jacob Vestergaard hevur sínar metingar.
- Tað er rætt av løgmanni at royna ABC loysnina fyrst, fyri at vita, um haldast kann fram. Samgongan var nakað slitin at enda, og valið gjørdi nokk sítt til hetta, men tað er rætt at vita, um haldast kann fram. Óivað eru aðrir møguleikar, ið verdir eru at royna, men rætt er av løgmanni at vita fyrst, um haldast kann fram, sigur stóri atkvøðuslúkurin í Suðuroynni, Jacob Vestergaard.