Fegin um at hava vunnið eitt meistaraheitið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Gunnar Nielsen seta orð á hvussu tað er at verða íslandsmeistari í fótbólti

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við føroyska landsliðsmálverjan Gunnar Nielsen, sum hevur vunnið íslendska meistaraheitið saman við Kaj Leo í Bartalsstovu og hinum liðfeløgunum í FH. Samstundis hevur Gunnar Nielsen eisini fingið heiðurin at verða tilnevndur ársins spælari í Íslandi.

 

Tekniskt var Gunnar Nielsen partur av hópinum hjá Manchester City, sum vann Premier League í 2012, men hann staðfestir, at hetta er fyrstu ferð, at hann hevur spælt við og vunnið eitt meistaraheitið í vaksnamannafótbólti, og tað er hann sera fegin um. Málið hjá honum og liðfeløgunum er at vinna seg longri fram í Champions League undankappingini komandi summar. 

 

Prátið við Gunnar Nielsen snúði seg eisini um HM-undankappingardystin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í Riga í Lettlandi komandi fríggjakvøld.