- Báturin hevur longu verið á floti, men nú fari eg av álvara at rigga hann til summarið, sigur Heðin Zachariasen, sum er kendur bæði frá kommunalpolitikki og landspolitikki.
Juvel er av slagnum Viksund 340, sum hann bílegði í 2004 og sum kom til landið í 2005. Hann er góðar 10 metrar langur, 3,5 metur breiður og gongur 28,5 míl
- Hetta er ein góður bátur, sum hevur alt sum krevst til ein slíkan bát, vísir Heðin á.
Men so leggur hann aftrat: - Hann er sjálvandi fimm ára gamal, og er kanska ikki líka so flottur sum mangir av teimum nýggjaru bátunum.
Tey hava fyri tað mesta siglt við Juvel kring oyggjarnar. Eitt árið vóru tey í Noregi, og nú umhugsa tey at fara til Hetlands í summar saman við fleiri øðrum bátum.
Og gongst sum ætlað fer Juvel eisini at teljast millum teir mongu bátarnar sum fara á Summarfestivalin í Klaksvík.
Gardin-bátar
Heðin er bert ein av mongum bátahugaðum monnum í økinum.
Umstøðurnar hjá teimum at hava bátar av slíkum slagi eru sera góðar í bátahylinum í Hvalvík. Har hava teir møguleika at fáa bæði vatn og streym, eins og møguleikarnar at hava bátin liggjandi trygt eru góðar.
Tað er helst so, sum man kann staðfesta: Tað munnu neyvan vera so nógvar og so smáar bygdir, sum hava so nógvar bátar av hesum modellinum.
- Eg veit ikki, - summi kalla hetta fyri gardin-bátar. Tað sigur kanska nokkso nógv um, at teir verða ikki brúktir til fiskiskap, sigur hann við einum brosi.