##med2##
Ovurfegnar H71-kvinnur hava skrivað søgu. Tær løgdu fundamentið farna mikukvøld við at vinna 24-19 á Neistanum í Hoyvíkshøllini. Í kvøld fullførdu tær setningin við at vinna seinnu hálvfinaluna 22-19 á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn, og harvið 46-38 samanlagt í Faxe Kondi hálvfinaluni. Í steðginum var var H71 á odda 9-8. Neistin var á odda 8-6, men aftaná H71 var komið á odda 9-8 sleptu hoyvíkskvinnur aldrin leiðsluni aftur.
Marjun F. Danberg var toppskjútti hjá Neistanum við fýra málum. Fríða á Dunga og Stina Madsen skutu trý mál hvør fyri Neistan.
Toppskjútti hjá H71 var Maria H. Weyhe við seks málum. Marita Mortensen skoraði fimm mál fyri H71.
Mótstøðuliðið í steypafinaluni verður VÍF, ið vann samanlagt 53-46 á Kyndli.
Á ljóðfíluni ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við fegnar og søguligar H71-leikarar aftaná dystin. Samrøðurnar eru:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal taka stutt samanum søguligu løtuna við dystarlok.
2) Samrøða: Durita Toftum Joensen.
3) Samrøða: Marita Mortensen.
4) Samrøða: Annika Fríðheim Petersen.
Durita, Marita og Annika eru ovurfegnar um at hava skriva søgu, og nú er næsta avgjørda málið at vinna steypafinaluna.