Hvalbiar kommuna fegnast um at bjóða øllum borgarum í aldrinum 0-18 ár eina árliga upphædd á 2.000 krónur at brúka til lima- og luttøkugjald í ymiskum ítróttar- og frítíðarvirksemistilboðum.
- Endamálið við frítíðarkortskipanini er at stuðla børnum og ungum fíggjarliga í at vera virkin í frítíðarvirksemi, siga tey í Hvalbiar kommunu í dag.
- Vit skráseta øll børn og ung upp til 18 ár at eiga 2000 krónur til lima- og luttøkugjøld árliga, og óbrúktur peningur fellur burtur við árslok. Nýggj upphædd á 2000 krónur verður síðani skrásett øllum teimum, ið lúka treytirnar til frítíðarkortið.
Í Hvalbiar kommunu vísa tey á, at lima- og luttøkugjøld verða rindað á tann hátt, at ítróttarfeløg og aðrar frítíðarskipanir skráseta luttakaran við fullum navni og føðidato og fráboða luttøkuna til Hvalbiar kommunu.
- Vit taka síðan limagjaldið av upphæddini hjá luttakaranum í frítíðarskipanini og avrokna við feløgini.
Lagt verður aftrat, at higartil eru avtalur um frítíðarkortið gjørdar við Bóltfelagið Royn, Hvalbiar Sóknar Kappróðrarfelag, TB flogbólt, Tvøroyrar Bóltfelag, Tvøroyrar Borðtennisfelag, Suðuroyar Judofelag, FC Suðuroy, SuSvim, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, Vágs Kappróðrarfelag og Optimist jollurnar.
- Vit treyta okkum, at tá frítíðarkortið verður brúkt, skal felagið, sum stendur fyri virkseminum, hava viðtøkur og nevnd. Virksemið skal fevna um minst 10 samanhangandi vikur, siga tey í Hvalbiar kommunu í dag.