Fegnast um at Johan Dahl fekk álitisváttan

- Formansvalið í sambandsflokkinum var ikki eitt misálit á Johan Dahl, men ein álitisváttan. Men tað, sum er hent síðani, vísir, at vit valdu rætt, sigur formaðurin í Norðoya Sambandsfelag

Sambandsflokkurin
 
 - Hóast Johan Dahl ikki varð valdur til nýggjan formann í sambandsflokkinum, var ikki ein misálitisváttan. Tvørturímóti fekk hann eina álitisváttan frá sambandsfólki.
Tað heldur John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag.
Johan Dahl fekk 40% av atkvøðunum og tað heldur hann avgjørt ikki var eitt misálit, men ein álitisváttan, tá ið hugsað verður um, at tað eru bara tvey ár síðani, at hann varð koyrdur frá sum landsstýrismaður.
- Eg var ógvuliga fegin um, at formansvalið var so javnt, sum tað var, tí tað vísir, at Johan Dahl hevur stórt álit hjá sambandsfólki.
Og tað skilja vit væl, tí okkum hevur dámað hann væl sum politikara.
Av tí sama heldur John William Joensen ikki, at tað var rætt av Johan Dahl, at melda seg úr flokkinum fyri tað um hann tapti.
-Tað er er rætt at bjóða seg fram sum formann ta einu løtuna, men at melda seg úr flokkinum, tá ið valið ikki gongur heilt eftir vild.
- Ein atkvøða fyri øðrum valevninum, er ikki ein atkvøða ímóti hinum valevninum, leggur formaðurin í Norðoya Sambandsfelag afturat.
Hann vísir eisini á, at hóast valið varð javnt, er tað ikki ein sambandsflokkur í tvíningum, sum nú gongur framtíðini ímóti.
Flokkurin stendur og fellur ikki við einum manni, sigur John William Joensen.
 
Var ikki við
Annars slær John William Joensen rimmar fast, at Norðoya Sambandsfelag var ikki við til at stilla Johan Dahl upp sum nýggjan formann í Sambandsflokkinum.
Hann visir sostatt fráboðani aftur um, at Norðoya Sambandsfelag var eitt av teimum økisfeløgunum hjá sambandsflokkinum, sum var við til at stilla Johan Dahl upp ímóti Kaj Leo Johannesen.
Kortini váttar hann, at tað var ein nevndarlimur í Norðoya Sambandsfelag, sum var við til at stilla Johan Dahl upp.
- Men tað gjørdi hann bara fyri seg sjálvan og sostatt  ikki fyri nevndina, ella felagið, sum heild.
 John William Joensen vísir eisini á, at tað var hvørki Norðoya Sambandsfelag, ella tann einstaki nevndarlimurin, sum heitti á Johan Dahl um at stilla upp.
- Orsøkin til at hesin eini nevndarlimurin skrivaði undir upp á at stilla Johan Dahl upp, var tí at hann var spurdur um hann vildi gera tað og hesi áheitan fylgdi hann.
Men ein tilsøgn um at lata Johan Dahl stilla upp, er ikki tað sama sum ein tilsøgn um at velja hann.
- Hann helt sum so, at ætlaði Johan Dahl at stilla upp, átti hann at fáa loyvi til tað og sostatt skrivaði hann undir, tá ið ein áheitan kom um tað. 
 
Vildu ikki velja frammanundan
Annars viðgjørdi Norðoya Sambandsfelag spurningin.
- Men vit gjørdu púra greitt, at vit fóru ikki at boðað frá frammanundan, um vit stuðlaðu Johan Dahl ella Kaj Leo Johannesen, sigur formaðurin.
JohnWilliam Joensen sigur, at felagið vildi ikki taka støðu fyri øðrum valevninum, tí at felagið vil hava gott samstarv allar vegir.
- Men tað, sum síðani er farið fram síðandi formansvalið, hevur sannført okkum um, at Norðoya Sambandsfelag valdi rætt!
Hann vísir eisini á, at av allari tingmanningini hjá Sambandsflokkinum, var tað bara ein, sum atkvøddi fyri Johan Dahl.
- Og tað vildi verið óheppið, at havt ein formann, sum ikki hevði undirtøku í tingmanningini, sigur formaðurin í Norðoya Sambandsfelag.
Somuleiðis ivast John William Joensen í, at Johan Dahl frammanundan hevði trygggjað sær so stóra undirtøku, at hann fór at vinna á Kaj Leo Johannesen.
- Eg kann bara siga, at longu frammanundan valinum høvdu vit í Norðoya Sambandsfelag eina greiða fatan av, hvønn veg úrslitið fór at ganga og tað gekk, sum vit mettu, sigur hann.