Fegnast um at Tróndur Arge spáddi HB eitt 5. pláss (FM1)

(FM1) Ársins venjari, Heimir Guðjónsson var sjáldsama opinskáraður í samrøðu við André Olsen

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr løtuna tá báðir meistaravenjararnir, Matthias Davidsen hjá EB/Streymi/Skála og Heimir Guðjónsson vóru kunngjørdir at verða ársins venjarar í føroyskum fótbólti 2018.


2) Hoyr samrøðurnar André Olsen gjørdi við Matthias Davidsen og Heimir Guðjónsson.

 

Heimir Guðjónsson er vanliga sera varin tá hann orðar seg í samrøðu við FM1 aftaná dystir hjá HB, men í kvøld var hann rættiliga humoristiskur og speiskur, og okkara egni Tróndur Arge fekk eisini eitt skot á vegnum um, at hann hevði tippað HB at gerast nummar fimm í kappingini í ár. Tað fegnast Heimir um, tí tað motiveraði hann og spælararnar nógv.

 

Heimir gevur spælarunum hjá HB heiðurin fyri góðu gongdina: Teir arbeiddu sera hart, slær Heimir fast. 

 

Matthias Davidsen hevur áður vant nógv lið í mansfótbólti, men hann er glaður fyri øðrvísi og spennandi uppgávuna at venjara meistaraliðið hjá EB/Streymi/Skála, har tað eydnaðist at endurvinna greipuna.