Fegnast um búskaparvøksturin

Formaðurin í Javnaðarflokkinum fegnast um framhaldandi búskaparvøkstur í Føroyum, men er ivasamur mótvegis stóra avlopinum á fíggjarlógaruppskotinum

- Tað er óført, at tað ber til at koma við einum fíggjarlógaruppskoti, sum staðfestir ein framhaldandi vøkstur í føroyska búskapinum. Tað fegnast vit eisini um, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum um fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum, sum varð almannakunngjørt fríggjadagin.

- Roknað verður við umleið 5 prosentum í búskaparvøkstri komandi ár, og tað er gott. Hinvegin kunnu vit so staðfesta, at sjálvt í so góðum tíðum ber tað ikki til hjá okkum at klára okkum uttan ríkisveitingina úr Danmark, tí verður tann lítla milliardin í blokkstuðli frároknað, er talan um eitt hall upp eina hálva milliard.

Jóannes Eidesgaard heldur, at samgonguflokkarnir, sum vilja av við ríkisveitingina, hava nakað at hugsa um, tá føroyski búskapurin sjálvt í góðum tíðum hevur blokkstuðilin fyri neyðini.


Taka nógvar pengar frá fólki

Landsstýrið roknar við einum avlopi upp á ein hálva milliard á fíggjarlógini næsta ár.

- Tað eru nøkur ting í samfelagnum, sum hava verið forsømd seinastu árini, og har neyðugt er við stórum íløgum. Eitt nú tá talan er um Landssjúkrahúsið og eldraøkið, og tí kanst tú ivast eitt sindur í stóra avlopinum, heldur formaður Javnaðarfloksins.

- Tað er púra rætt, at allar íløgurnar kunnu ikki gerast í senn, tí búskapurin skal ikki hitast enn meira, men tað eru nakrar av íløgunum, sum verða gjørdar uttanlands, og tí ikki seta meira ferð á føroyska búskapin.

- Harafturat er tað eisini eitt sindur ivasamt, um tað er rætt at taka so nógvar pengar frá fólki í skatti og avgjøldum, tá avlopið framhaldandi er so stórt, sigur Jóannes Eidesgaard.