Fegnast um fundin við Trump

Tað er ein stórur møguleiki hjá føroysku vinnuni, at løgmaður, Aksel V. Johannesen, fyrst í september fer á fund við amerikanska forsetan, Donald J. Trump. Tað staðfestir Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur longu gjørt greitt, at hóast tað ikki er á skránni fyri fundin, so ynskir hann at brúka møguleikan at viðgera handilsviðurskiftini millum londini. Og tað fegnast stjórin í Vinnuhúsinum um.

- Eitt land sum Føroyar, ið livir av útflutningi, má altíð seta fokus á at hava handilssáttmálar við onnur lond. So tað er øgiliga umráðandi fyri okkum sum land, at vit nýta eitt hvørt høvi til at vísa á, at tað hevði verið gott at fingið eina avtalu, sigur Marita Rasmussen, tá hon verður spurd um fundin millum løgmann og forsetan.

Hon vísir á, at USA er ein av stórur marknaðunum fyri føroyskan laks og at tað í løtuni ikki eru nakrar stórvegis forðingar fyri hesum útflutningi. Kortini er tað av stórum týdningi, at man fær skapt ein dialog við aðrar tjóðir.

- Tá man hevur eina avtalu við eitt land, so skapar tað ein møguleika og eitt forum har man tosar saman regluliga. Í dag er tað øgiliga ringt hjá føroyingum at stilla seg í bíðirað í Washington og sleppa framat til røttu myndugleikarnar. Eg trúgvi slett ikki tað ber til. Man tosar aldrin við tey, ið taka avgerðirnar og vit eru so lítil, at vit sleppa aldrin fremst í nakrari bíðirøð, sigur Marita Rasmussen.