Tað verður tikið rættiliga væl ímóti semjuni, sum Tórshavnar Býráð og Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hava gjørt um at byggja 16 íbúðir til sinnisveik í Havn. Ætlan hevur verið um hetta leingi, men stutt fyri jól gjørdi landsstýriskvinnan av at flyta verkætlanina til Sandavágs, tí hon segði, at tað gekk so strilti at fáa byggiloyvi í Havn.
Hetta var Tórshavnar kommuna ikki samt í og borgarstjórin tvíhelt um, at tað var ikki har, at feilurin lá.
Allir áhugabólkar, sum varða av fólki við sinnissjúku og breki, mótmæltu ætlanini at byggja í Sandavági og læknafakligi serkunnleikin gjørdi greitt, at størsti tørvurin er at byggja í Havn, sum upprunaliga ætlað. Endamálið er, at fólk, sum hava búð á psykiatrisku deild í 30-40 ár, skulu loksins fáa egið tak yvir høvdið, soleiðis sum ætlanin alla tíðina var.
Síðani er samskiftið millum býráðið og Almannamálaráðið komið aftur á beint og nú er semja um fortreytirnar fyri at farast kann undir byggingina í Havn.
Fyri 1. mars skal Tórshavnar Kommuna gera eina heildarætlan fyri økið og tá eru allar fortreytir til staðar fyri at geva byggiloyvi.
Rósa Samuelsen hevur staðfest í Kringvarpinum, at sostatt er byggiætlanin í Sandavági útsett og at nú verður bygt í Havn fyrst.
Hetta fegnast áhugabólkarnir hjá sinnisveikum og brekaðum um.
Leila Solmunde, forkvinna í MBF, sigur, at tørvurin er størstur í Havn og tí fegnast hon um, at upprunaliga ætlanin verður fylgt.
- Hetta er eitt dømi um, hvussu langt eitt gott samskifti kann føra, sigur hon.
Sigrun Wardum, sum er forkvinna í Javna, var eisini ímóti ætlanini at byggja í Vágum, tí hon sigur, at tað ber ikki til at blanda sinnisveik og fólk við menningartarni saman og tí fegnast hon eisini um, at hildið verður fast um ætlanina at byggja í Havn.
Og tað ger Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, eisini.
- Eg fegnist um, at hildið verður fast við upprunaligu ætlanina, segði Soffi Egholm við Rás2.
Hon heldur, at tað eru tey nógvu mótmælini frá øllum møguligum áhugabólkum og læknafakliga kunnleikanum, sum hevur gjørt munin.
Rósa Samuelsen segði annars við Kringvarpið, at hon veit ikki, nær íbúðirnar verða lidnar, tí tað veldst um, hvussu avmarkaða játtanin hjá almannamálaráðnum verður raðfest.