Í gjár bórust tíðindini at Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevði tikið uppskoti aftur um inntøkumarkið hjá lesandi, ið annars var ein partur av broytingunum í fíggjarlógini hjá CEF-samgonguni.
Endamálið við uppskotinum var at minka um hugin hjá lesandi at arbeiða, umframt at spara 1,5 milliónir krónur.
Uppskotið var ikki meira enn lagt fyri tingi, fyrr enn kritikkurin byrjaði at hegla niður yvir uppskotið frá lesandi, lærarum og politikarum, ið heittu á landsstýriskvinnuna um at taka uppskotið aftur.
Millum tey, ið funnist hvassliga at uppskotinum var MFS Føroya deild, ið metti at Rigmor Dam hevði misskilt hvør tann føroyski lesandi er. Men nú uppskotið er tikið aftur, fegnast felagsskapurin yvir tí, ið borgar fyri einum góðum samstarvi í framtíðini.
- MFS Føroya nevnd fegnast yvir at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tók uppskotið um inntøkujavning av studninginum aftur. Vit eru fegin um, at nýggja samgongan tekur meiningarnar hjá teimum lesandi í álvara. Hetta boðar frá einum góðum samstarvi framyvir, og vísir á eina búna samgongu, ið megnar at finna røttu stutttíðar- og langtíðarloysnirnar. Vit gleða okkum til framtíðina og vóna at kunna geva okkara íkast, sigur felagið í stuttari viðmerking.