Seinnapartin verður ÍF gestur í Klaksvík. Seint seinnapartin í gjár vóru fleiri ÍF spælarar í Klaksvík. Teir vóru eygnavitni, tá ið 07 Vestur tapti 3-1 ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.
Úrslitið í Klaksvík í gjár ber við sær, at tað er lítið sannlíkt, at talan yvirhøvur verður um flyting millum bestu og næstbestu deildina. Tað vil siga, at tað er sannlíkt, at ÍF eisini í 2020 verður í fremstu røð, hóast ÍF í ár eftir øllum at døma fer at enda aftast í bestu deildini.
KÍ stríðist fyri at halda tørn í kappingini um FM, sum tað eru 20 ár síðani, at klaksvíkingar vunnu seinast. Í dag eru tveir lyklaspælarar leikbannaðir. Teir eru liðformaðurin Jákup B. Andreasen og miðverjin Deni Pavlovic.
Undir venjing fyrrapartin í gjár noyddist ein annar lyklaspælari, vongverjin Ísak Simonsen, at gevast orsaka av knæskaða. Tað er ikki greitt, hvussu stóran skaða talan er um.
Steinbjørn Olsen er so mikið skaðadarvaður, at hann er ikki førur fyri at spæla.
Hjá ÍF kemur tað illa við, at liðformaðurin, Jan Ó. Ellingsgaard, ikki verður við ídag og ikki verður við tað, sum er eftir av árinum. Hann noyddist skaddur av vøllinum síðsta sunnudag, tá ið ÍF tapti 7-2 ímóti B36 í Gundadali. Týsdagin varð eftir kanning á sjúkrahúsinum staðfest, at talan er um liðbandsskaða.
Høgni Madsen og Milan Svojic eru tøkir aftur eftir leikbann.