Hóast tað neyvan gjørdi uppgávuna hjá Víkinga-verjuni lættari, at Ahmed Keita hóast alt fekk spælt sunnudagin, so segði Atli Gregersen eftir dystin, at hann var fegin um vendina, sum málið hevði tikið.
- Eg varð kløkkur, tá eg fríggjakvøldið hoyrdi, at hann hevði fingið leikbann, og heilt erligt, so var eg glaður, tá eg sá navnið hjá honum á dómaraseðlinum. Bæði tí vit tá vistu, at talan var um sterkasta møguliga liðið hjá B68, men eisini tí tað ikki líkist nøkrum sum helst, at fyrireikingarnar til ein dyst verða oyðilagdar upp á handan mátan, segði Atli Gregersen.
- Fyri steðgin helt eg ikki, at vindurin darvaði so nógv. Har vóru nógvir nærdystir, og í mun til dystin móti NSÍ, so vóru vit nógv meira avgjørdir.
- Eftir steðgin vaks vindurin, og talan gjørdist um nógv gúpparí. Men tá Finnur potaði bóltin inn til 2-0, var eingin ivi um, hvønn vegin dysturin skuldi koppa, staðfesti Atli Gregersen.