Feia fyri egnum durum

Annika Olsen
-----

Føroyska samfelagið stendur yvir fyri ovurstórum avbjóðingum fyriframman. Um vit skulu fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2016, krevur hetta stórt mót og dirvi, og ópopuleru avgerðirnar eru nógvar, skulu vit fáa búskapin aftur á beint. Men skulu vit út til føroya fólk at greiða teimum frá, at vit verða noydd at gera inntriv í teirra viðurskifti, mugu vit í politisku skipanini ganga á odda. Politiska skipanin eigur at feia fyri egnum durum, áðrenn hon fer út at krevja broytingar hjá føroyska húsarhaldinum.
Vit mugu og skulu taka tað í álvara, at fólkið í Føroyum so smátt hevur mist álitið á politisku skipanina. Vit kunnu ikki halda áfram at lata oyru og eygu aftur og látast sum einki, tí tað, sum vit uppliva í dag er, at fólkið í Føroyum ikki orkar meira og hevur ikki álit á okkum í politisku skipanini, og tað er álvarsamt. Vit mugu ikki gloyma, at vit eru fólkins tænarar og hvørki meira ella minni enn tað. Vit skulu tískil ikki geva okkum sjálvum framíhjárættindi, hvat viðvíkur m.a. pensjón, løn, ferðaendurgjald í slíkum tíðum, sum vit hava í løtuni, tað er ikki rættvíst og ábyrgdarfult.
Vit skulu ikki misbrúka tað vald, okkum er givið, men umsita tað við størstu virðing og rættvísi sum yvirhøvur til ber.
Vit vita væl, at tað liggja sera ópopulerar avgerðir fyri framman, har tað m.a. skal sparast, reformar skulu fremjast, sum tíverri ganga út yvir okkara borgarar, eldri sum yngri, reformar, sum eru neyðugir, um vit skulu hava eitt vælferðarsamfelag í framtíðini. Trupulleikin er bert, at um vit í politisku skipanini ikki sjálvi ganga á odda við sparingum, er tað trupult at fáa fólkið í Føroyum at trúgva tí, vit prædika. Tí er tað neyðugt, at vit endurskoða m.a ferðaendurgjaldið til landsstýrisfólk, eisini sæð í mun til, at samferðslukervið er vorðið so mikið gott tey seinastu árini, at tað ber til at koyra til og frá arbeiði. Vit kunnu ikki skatta pensjónirnar við inngjaldi hjá okkara borgarum og so ikki gera tað sama hjá okkum sjálvum, og eg kundi hildið áfram. Sjálvsagt skal tað lønast væl at hava eitt álitisstarv sum politikarari, men í eini undantaksstøðu, sum eg vil kalla tað, at vit eru í í Føroyum í dag, ber tað illa til, ikki eisini at lata tað ganga út yvir okkum politikarar. Í løtuni kenni eg tíverri á mær, at fólkið í Føroyum upplivir politisku skipanina líkasum Hans Scherfig lýsir skúlaskipanina 1930'unum í skaldsøguni »Det forsømte forår«:

»Skolen er en verden for sig. En lille isoleret afskåret verden uden forbindelse med den store omgivende verden. Et selvstændigt samfund midt i byen. En uafhængig statsdannelse med særlige love og traditioner.....Ude i verden sker der store ting. Krig og revolution. Men i skolens lille samfund går livet sin gang, uforstyrret af verdensbegivenhederne. Når lektor Blomme går på gaden ude i den store verden, er han bare en lille mand med fip og briller. Han må overholde færdselsreglerne ligesom andre mennesker.«

Um vit ikki taka okkum um reiggj, so fáa vit somu »lede« yvir fyri politisku skipanini, sum fólk høvdu fyri skúlaskipanini í 1930 unum.
Gleðiligar páskir