Byrger er sonur Borghild og Jákup Andreas Heinesen, kendur skipari á Pride. Í hesi Miðviku greiðir hann frá sínum fyrsta ári til skips, sum var merkt av óhappum. Byrger hevur aftrað seg fyri at greiða alment frá hesum fyrr. Men hinvegin mátti ásannast, at slíkar hendingar eiga at vera varðveittar fyri eftirtíðini.
Byrger: Spádd vóru trý óhapp
Eg fór í 1949 við Lillie sum messudrongur. Vit vóru 29 mans við. Fyrsta túrin fóru vit á Suðurlandið á snørisveiðu í sjálvdrátti. Lillie var ein skonnart, sum Kjølbro keypti í 1929 saman við Malvinus í Vátutoft. Hon tók 1.100 skippund. Skipari var Sigmund í Kunoy, Sigmund Heinesen.
Túrurin var merktur av trupulleikum frá byrjan av. Vit fóru avstað 18. mars. Tað gjørdist eitt rættiligt ódnarveður, kavarok og stormur høgt. Øll skipini, sum vóru á veg til Íslands, vendu aftur. Men Lillie steðgaði upp, tí vit fingu aksilskaða. Men aksilin var gjørdur so mikið aftur, at vit kundu sjálvir sigla aftur til Føroya, higar vit komu 20. mars. Farið var avstað aftur, tá ið tað viðraði.
Henda túrin vórðu vit eitt kvøldið yvirsigldir av Knørri av Strondum. Eg var inntørnaður. Tað vóru hinir eisini, eftir at teir vóru lidnir at reinsa veiðuna fyri dagin.
Knappliga hoyrdi eg ein so ógvusligan gang og loypi upp. Tá fer Knørrur drívandi aftur við borðinum á Lillie. Hann hevði rent sprytið gjøgnum bjargingarbátin hjá okkum, sum stóð á dekkinum har frammi.
Hinir komu eisini beinanvegin upp á dekkið. Tey eydnaðist sjey monnum at bjarga sær umborð á Knørr, áðrenn hon fór aftur við borðinum. Men hetta kundi eisini endað galið. Tveir av monnunum hingu í fyrsta umfari í sprytinum á Knørri, sum enntá var avísað!
Tað kom panikkur í umborð hjá okkum. Nú høvdu vit bara ein lítla ritubát eftir sum bjargingarbát. Allir hildu til henda bátin, tí vit óttaðust, at Lillie fór at søkka, men hvat skuldi ritubáturin gjørt við 22 mans?
Maskinmeistarin, Meinhard Eliassen, var ein róligur maður. Hann fór niður í maskinrúmið at vita, um sjógvur var komin í skipið. Tá ið hann kom upp aftur og segði, at skipið ikki lak, blivu vit róligir.
Tá var veðrið blivið so ringt, at vit máttu fara inn undir land fyri at fáa teir sjey menninar av Knørri umborð aftur til okkara.
Tá sigur Sigmund Brest, sum var skúvoyingur, við meg, at hetta er fyrsta óhapp í ár, men hetta verður ikki tað síðsta. Tað verða trý óhapp, áðrenn árið er farið. Hetta kom eisini at vera so.
Mitt á túrinum fóru vit undir Vestmannaoyggjarnar at kroka, og vit ankraðu út fyri havnini. Tað var ódnarveður, vindstyrki 12, sum svarar til 33 m/s.
Hetta var um døgurðatíð, og menninir skaffaðu. Tá ið eg kom upp við ruskinum frá døgurðanum at koyra fyri borð, síggi eg, at nú kemur trolarin Vitin úr Fuglafirði stevnrætt inn móti bakborðssíðu hjá okkum og sleppur ankarinum niður. Eg síggi, at her blívur galið og rópi niður í lugarið: “Vitin á borði”.
Tá skiparin, Sigmundur, kom uppá dekkið, hoyra vit skiparan á Vitanum, Sigurd Simonsen, sum stóð í stýriborðsrútinum, rópa, um vit ikki kundi bakka. Tá svaraði okkara skipari: “Vit liggja við tveimum ankarum úti, so tað er eingin kjansur at bakka.”
Tað endaði við, at Vitin rendi inn í sprytið hjá okkum, sum skræddi posabummin á Vitanum niður.
Sprytið hjá okkum fekk skaða, so vit fóru inn í Vestmannaoyggjar at umvæla skaðan. Sprytið varð tikið burtur, tá vit komu heim. Hetta var so annað óhappið.
Feigdartúrurin
Vit gjørdu so túrin lidnan og fóru til Grønlands fyrst í juni mánað at rógva út við bátum. Tað vóru fýra maskinbátar við. Manning á hvørjum báti var tríggir menn, sum so landaðu fiskin til Lillie, har fiskurin var flaktur og saltaður. Við vóru framvegis 29 menn. Manningin skiftist um at vera í bátunum og umborð á Lillie.
Tá var ikki so lætt at fáa útgerð í Grønlandi, so hon mátti mest sum øll takast við úr Føroyum. Skipið var tí fult av olju, eisini í tunnum á dekkinum, umframt salt og onnur útgerð. Í Grønlandi var partur av saltinum og oljuni lagt uppá land, so tað kundi vera meira arbeiðsligt umborð. Aftaná einar 14 dagar, kundi hetta so takast umborð aftur, og fiskin, sum vit høvdu fingið, koyrdu vit uppá land.
Á ferðini yvir henda túrin hevði kokkurin, Tummas Samuelsen, undir Húsinum í Leirvík, ein sjáldsaman dreym. Hann fortaldi mær, at hann droymdi, at hann fylgdi trimum kistum til gravar. Men tá tey komu í kirkjugarðin, fór tann eina kistan upp eftir enda, og ein maður kom úr kistuni. Tummas var sagdur at vera sera sanndroymdur.
Tað var vist annan dagin vit fiskaðu, tá hendi triðja vanlukkan, sum var spádd okkum. Tað var hampiligt veður fyrst uppá dagin. Bátarnir fóru hvør í sína ætt, tá ið teir fóru til fiskiskap. Vit royndu við línu, og hvør bátur hevði fýra stampar. Vit komu allir umborð aftur at fáa okkum kaffi, meðan línan stóð. Hýrurin var góður.
Vit fóru so avstað aftur at draga. Spæl var einki, so tað mátti dragast við hond. Eg dró, men eina ferð, nú er fast í botn. Eg royndi tað, eg kundi, men fekk ikki línuna leysa aftur. Formaðurin fór so at draga, meðan eg skuldu stýra upp. Men línan slitnaði, og hann bað meg stima til hina boyuna, so dragast kundi frá hinum endanum.
Men tá var blivin stormur, og eg var veruliga blivin bangin. Eg gjørdi ikki mætari enn at taka formannin av ræði og stýrdi móti Lillie.
Eg legði einki í tað. Sigmund og pápi vóru systkinabørn, tí tordi eg at gera hetta.
Tá vit koma til skipið, eru tveir bátar afturkomnir og eru tiknir inn á dekkið.
Tað var so ringt veður, og tað hivaði so illa, at viðhvørt var báturin ájavnt lúnningina og hinvegin kundu vit síggja uppundir botnin á skipinum. Hetta kundi vera vandamikið.
Vit máttu passa okkum løgið, tá ið báturin hivaði, at blaka fiskin uppá Lillie. Tað kundi bara vera einir seks fiskar hvørja ferð.
Róp í
Nú kemur róp í. Hin báturin, sum var eftir, og sum var frammanfyri Lillie, var holvdur. Í fyrsta umfari vóru vóru Christian Hendriksen og Hemming í Innarustovu komnir á kjøl, men so var báturin farin runt aftur. Tá sást einki til hesar báðar. Men nú var tann triði maðurin, Sofus Anthon Johannesen frá Gjógv, komin uppá kjølin. Hann var tað eldri enn hinir báðir, at hann visti, at tað nú snúði seg um at fáa nøglina úr bátinum fyri at sleppa luftini undir bátinum, so hann ikki skuldi fara runt aftur.
Nú ráddi um at fáa bjargað manninum av kjølinum. Hetta tók eisini sína tíð, tí líkindini vóru so vánalig, og sum líkindini vóru, kundu vit lættliga fingið somu lagnu.
Vit gjørdu so tað, at vit koyrdu fulla ferð á bátin og sigldu beint framvið tí holvda bátinum. Í tí vit sigla framvið, ryktu vit Sofus Anthon av kjølinum, sum hann helt so rimmarfast í.
So var at taka holvda bátin inn aftur. Hann mátti hivast upp eftir endanum fyri at fáa sjógvin burtur úr honum. Tá var tað sum í dreyminum hjá Tummasi við kistuni, sum fór upp eftir enda, tá ið hon kom í kirkjugarðin, og maður kom úr henni!
Sofus Anthon var sum rímiligt er illa fyri. Sigmund Brest, sum var verfaðir Poul Nolsøe Kjølbro, kallaður Nølli, tørnaði inn saman við Sofus Anthon fyri at fáa hita í hann aftur. Hendan túri var sonur Sigmund, Tórálvur, við sum kokkadrongur.
Sofus Anton helt meg hava bjargað sær, tí eg av ræðslu hevði tikið formannin á bátinum av ræði. Ja, so merkiligt kundi tað vera.
Altíð fekk eg eisini heilsu frá honum, tá ið gjáarmenninir, brøðurnir Guttorm og Kjartan Klein, sum búði í Klaksvík, vóru við Gjógv, og teir kom heim aftur.
Minningarhald í Føroyingahavnini
So var at fara í Føroyingahavnina. Har var ein rúgva av føroyskum skipum og fiskimonnum. Tað kom nógv fólk umborð til okkara. Millum hesi vóru Johannes Bæk, fyristøðumaður á gamla sjómansheiminum í Føroyingahavnini, saman við tveimum synum. Um sjómansheimið ikki var tá, so høvdu tað verið tyngri dagar, enn tað annars vóru. Kona Bæk var eisini har, og so vítt eg minnist tríggjar gentur, sum arbeiddu á sjómansheiminum. Tey vóru stak blíð við okkum allar dagarnar, vit lógu inni.
Sunnudagin eftir var minningargudstænasta á sjómansheiminum fyri teir sum doyðu.
Manningin varð førd í land í báti. Hetta var áðrenn tað kundi leggjast at í Føroyingahavnini. Eg og Tórálvur vóru síðstir niðan á sjómansheimið. Tað var gott veður, og tað var proppfult av fólki. Vindeyguni vóru opin, so fólk kundu eisini sita uttan fyri og lurta. Kona Bæk tók okkum inn í køkin, har vit fingu ein góðan drekkamunn.
Vit fóru so út aftur at fiska, og nú manglaðu tveir mans. Hesir ungu dreingir, sum báðir vóru 21 og 22 ára gamlir, høvdu aftastu koyggjurnar báðumegin við í lugarinum, og nú vóru tær tómar. Tað kendist óhugaligt.
Tað var nógvur fiskur, so tað var skjótt, at vit fingu uppí skipið, umframt tað, sum vit landaðu í Grønlandi. Men nú vóru vit meira varnir, og hildu okkum inni á fjarðunum. Vit fiskaðu eisini langt inni í Streymfjørðinum. Ikki fóru vit longur út enn líka útum tey uttastu skerini.
Heimferðin var stríggin. Veðrið var ringt, og vit høvdu 17 samdøgur heim. Vit høvdu havt 10 dagar yvir, so tað var munur á.
Tá ið vit komu á Klaksvík, hetta var 28 september, var nógv fólk og tók ímóti, og var hetta eisini í samhuga við teir, sum ikki komu aftur.
Foreldrini hjá Christian vóru Gudmund Fr. og Sofía Elisabeth Henriksen. Tey búðu á Vágsheygnum í Klaksvík.
Hemming var sonur Elisabeth, systir Johan Syderbø, sum var bestimaður við henda túrin. Hemming vaks upp í Innarustovu í Kunoy.
Gevur nógv at hugsa um
Ein slík hending gevur sjálvandi nógv at hugsa um.
Vit lesa í sálmi 139,16:
“Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.”
Jú, dagarnir hjá Cristian og Hemming vóru taldir, men dagarnir hjá Óla Jákup, Heina Svarthamar og mær vóru ikki taldir tá. Nú eri eg einsamallur eftir av okkum trimum.
Eisini sigur Prædikarin 12, 1:
“Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgum, áðrenn hinir óndu dagarnir koma, og árini nærkast, sum tú fer at siga um: “Tey líkar mær ikki.””
Eg fylti 81 ár tann 11. september, so Harrin hevur givið mær mong ár at hugsa um mín skapara. Eina ferð kemur løtan, tá eg eins og hvør annar skal úr hesum heimi. Tá er gott at hava valt Jesus, sum sín Harra og Frelsara.
Tíðin aftaná Lillie
Árið eftir fór Byrger aftur við Lillie. Tá fóru teir fyrst á Suðurlandið við gørnum. Hetta gekk væl. Seinni varð farið til Grønlands á línuveiðu, og nú var fiskað frá skipinum.
Í 1951 fór Byrger at sigla við Britons Pride, eisini hjá Kjølbro, saman við pápanum. Men árini 1952-54 sigldi hann við Sjúrðarberg, sum var trolari, sum Kjølbro hevði latið byggja í 1948, og sum var ein tann fremsti í landinum tá. Kaj Johannesen var skipari. Hetta var ein góður kjansur.
So fór hann at sigla við Polo, sum var eitt farmaskip hjá Kjølbro, sum fyri ein stóran part sigldi millum Føroyar og Danmark og Svøríki. Jógvan Páll Fjalsbak, var skipari.
Men Byrger fór so at sigla við nýggja Pride sum stýrimaður og skipari. Pride var tá roknað fyri at vera fremsta ferðamannaskip í landinum.
Eftir hetta fór hann at sigla sum skipari við fyrstu Ternuni um Leirvíksfjørð fyrst í 1970-unum. Hon var so framkomin, at hon tók bilar.
Byrger kom stóran part av síni tíð at sigla hjá Kjølbro, sum hann tí kom at kenna ógvuliga væl. Hann letur væl at Kjølbro bæði sum reiðari og sum menniskja.
-------
Komandi partur:
Komandi partur verður tann fyrri av tveimum pørtum um ættirnar hjá Jens Wennigsted og Niels Christoffer Winther