Ein dómstólur í Litava dømdi í dag íran Michael Campbell tólv ára fongsul fyri at hava roynt at smugla vápn úr Litava, sum Real Irish Republican Army í Norurírlandi skuldi hava. Ákæruvaldið kravdi 16 ára fongsul.
Í dóminum stendur, at tann 39 ára gamli írin er dømdur fyri roynd at smugla vápn, fyri at styðja yvirgangsmenn og fyri at hava havt vápn um hendi.
Michael Campbell varð tikin í Vilnius í januar í 2008, eftir at hann hevði tosað við ein mann, sum hann helt vera vápnasølumann, men sum í veruleikanum var agentur hjá litavsku fregnartænastuni.
Undir rættarmálinum noktaði Michael Campbell fyri at hava samstarvað við bróður sín Liam, sum er ein av høvuðsmonnunum í Real Irish Republican Army. Bretsku myndugleikarnir vilja vera við, at tað var Liam Campbell, sum skipaði fyri bumbuspreingingini í Omagh í 1988, har 29 fólk doyðu.