Tað var Eydna Justinussen, sum ringdi úr Leirvík, ið fekk fulla plátu og slapp at snara hjólinum í gekka-spælinum í kvøld.
- Ja, eg eri ógvuliga spent. Vit eru øll líka spent, segði hon og gjørdi greitt, at hon vildi deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar.
Høvuðsvinningurin var á 2,9 miljónir, og tá Eydna Justinussen byrjaði at snara, var ein miljón í hvørjum leypi.
Eitt gott útgangsstøði til eina stóra jólagávu!
Men, tað gekk tíverri ikki, soleiðis sum kvinnan úr Leirvík hevði ynskt sær, tí í øllum trimum royndunum steðgaði hjólið á 20.000 krónum.
Í fyrstu royndini var vinningurin faldað við trý 60.000 krónur og í aðru royndini faldað við tvey 40.000 krónur.
Eydna Justinussen royndi allar tríggjar møguleikarnar, men eisini í seinastu royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum.
- Tú ert sum hvalur, ið melur aftur á blóðið, segði gekka-verturin, Magnus Magnussen, skemtandi, tá allar royndirnar vóru endaðar á 20.000 krónum.
Verturin helt fyri, at 20.000 krónur hóast alt eisini er ein góður vinningur beint uppundir jól.
- Tað er púra vist, segði Eydna Justinussen, sum takkaði fyri vinningin í gekka-spælinum í kvøld.