Fekk 30 ára fongsuldóm fyri 20.000 krónur

Rúsevnir er ein vaksandi trupulleiki millum ung í Norðanlondum. Talið av misnýtarum er ikki lækkandi, og fleiri ung verða lokkað av teimum skjótt forvunnu pengunum, sum man kann fáa burturúr rúsevnishandli

Tað eru mong ung í Danmark, sum hava roynt ella framvegis nýta rúsevnir. Á diskotekum í Danmark kanst tú keypa nærum alt frá hash og til kokain, speed og ecstacy. Nýggjar kanningar vísa, at nú er roykiheroin eisini blivið rættuliga væl umtókt millum ungar danskar misnýtarar.


Óhugnalig hagtøl

Summi kalla tað eina Donnu, ein Bellman og onkur annar fyri megahash. Onnur vilja vera við, at tað er eitt lutfalsliga ósekt rúsevni, sum bara er eitt lítið sindur sterkari enn hash. Sannleikin er tó, at roykiheroin er eins vandamikið sum tað evni, sum rúsevnismisnýtarar skjóta inn í likamið við eini sproytu ? tað hevur bert ein annan lit.

Ein donsk kanning, sum bleiv gjørd millum næmingar í níggjunda flokki í Danmark, vísir tó tey óhugnaligu fakta, at ikki færri enn 1,6 prosent av øllum næmingunum í donsku níggjundu flokkunum høvdu roynt roykiheroin. Hetta eru ung, sum ikki høvdu droymt um at sproyta sama evnið í kroppin við eini sproytu. Heroin verður framleitt av ráevninum opium, og framleiðslan av opium í heiminum er trífaldað síðani 1985. Tann stóra framleiðslan av opium merkir eisini, at prísurin á heroini er minkaður nógv. Óansæð gongdina, so eru rúsevnir framvegis næststørsti vørubólkurin í heiminum, einans vápnaframleiðslan er størri.


Nógv og skjótt vunnu pengarnir lokka

Tað eru nógvir pengar, sum arbeitt verður við, tá ið man tosar um rúsevnishandil. Hetta ger, at teir stóru bakmenninir hava lætt við at bjóða ungum fólkum nógvar pengar fyri at hjálpa til við at fáa rúsevnir úr einum staði í eitt annað. Hesi rópast fyri "kurerar", og onkuntíð vera hesir ungdómar tiknir, og alt eftir hvar í heiminum man er staddur, verða tey so revsaði.

Ein av hesum "kurerum" er danska Aame, hóast navnið ikki ljóðar serliga danskt. Í maj 1995 fjakkaði hon í Asia, og tá hon skuldi venda nøsina heim aftur til Danmarkar, kom mamman til Thailands at taka ímóti henni og fylgja henni heim.

Thailand er eitt av heimsins størstu framleiðaralondum av rúsevnum, og í høvuðsstaðnum Bangkok skal man als ikki stóla upp á nakran, serliga ikki tá ið tað snýr seg um ymisk sløg av rúsevnum.

Mamman hjá Aame er gamal rúsevnismisnýtari, og hon fekk lokkað dóttrina til saman við sær at flyta 300 gram av hashi, fekk tann tá 22 ára gamla Aame at vita, til Danmarkar. Afturfyri skuldu tær báðar fáa 20.000 krónur. Tá ið tær so komu til flogvøllin í Bangkok, hoyrdu tær onkrar løgreglumann venda sær til nakrar av sínum starvsfeløgum og peika á tær báðar donsku kvinnurnar. Tað tóktist sum um, at thailendska løgreglan visti av teimum, áðrenn tær komu á flogvøllin. Aame sigur seg hava fingið at vita, at thailendsku millumhandlarnir geva løgregluni boð um í miðal ein út av fýra "kurerum", sum teir senda av landinum. Afturfyri sleppa hinir so ótarnaðir gjøgnum tollin.

Aame og mamman blivu førdar til nærmastu løgreglustøðna, og gjøgnum gluggan til avhoyringarrúmið sá Aame, at klistraðu pakkarnir, sum Aame og mamman høvdu havt í maganum, blivu opnaðir, og inni í pakkunum vóru smáir posar fyltir við einum hvítum pulvuri. Aame ivaðist ikki eina løtu, men visti beinan vegin, at tað var heroin og setti í sjóheitan grát.


Mamman fekk 40 ára fongsul

Stutt eftir, at tær vóru handtiknar, var rættarmál ført móti teimum báðum donsku kvinnunum. Aame fekk 30 ára fongsulsrevsing, sum seinni bleiv broytt til 26 ár handan rimar. Mamman fekk deyðadóm, men hesin bleiv seinni broyttur til 40 ára fongsulsrevsing.

Aame hevur nú sitið fýra ár í thailendska fongslinum, men hon vónar tó, at hon skjótt sleppur heim aftur til Danmarkar. Vónin hjá henni byggir á, at kongurin í Thailandi hevur fyri vana at vera í góðum hýri, tá ið hann hevur føðingardag. Tá plagar hann at lata nakrar fangar leysar, og í desember í ár hevur hann sitið 60 ár við róðrið í heimlandinum. Í hesum sambandi ætlar kongurin at náða ikki færri enn 25.000 fangar. Um Aame sleppur út tá, vil tíðin bara vísa, men tá hevur hon so sitið í hálvtfimta ár handan rimar í thailendska kvinnufongslinum, har korini eru serstakliga ússalig. Aame svevur í einum rúmi saman við heili 150 øðrum fangum.

Enn hava vit ikki nakrar serliga trupulleikar av slíkum rúsevnum í Føroyum, men tó kunnu vit ikki ganga og halda, at eingin vandi er fyri, at hesir trupulleikar kunnu koma til okkara. Tískil er tað umráðandi, at ung vera kunnaðI væl um hetta longu á heilt ungum árum.