Ludvik Justinussen, sum starvast hjá P/F Thomson, sigur seg ikki áður hava hoyrt um slíkar upsaprísir fyri eina heila last, hvørki í Føroyum ella í Scrabster - Leygardagin var djúpvatnstrolarin Sjagaklettur úr Hvalba hjá okkum í Scrabster. Meginparturin av veiðini var upsi, stívliga 136.000 pund. Skipið hevði umleið 16.000 pund av hvítum fiski aftrat upsanum.
Ludvík Justinussen, sum starvast hjá P/F Thomson, ið er dóttirfelag hjá Thomson International í Scrabster, sigur, at Sjagaklettur hevði eina sera góða upsasølu.
- Nettoprísurin fyri upsan var nevniliga 9 krónur fyri kilo. Hetta má sigast at vera framúr prísur fyri eina heila last av upsa. Eg veit ikki um líknandi prísir áður, hvørki í Føroyum ella Scrabster.
Ludvík Justinussen sigur, at samlaða søluvirði hjá hvalbiartrolaranum hendan túrin var stívliga 800.000 krónur, ið er ein sera góður túrur eftir fýra dagar roynd.
P/F Thomson er eitt felag sum útflytir feskar fiskavørur úr Føroyum. Thomson International tekur sær serliga av at landa og selja fiskalastir hjá føroykum skipum.