Aftur í nátt hevur løgreglan verið úti um seg í náttarlívinum í Havn.
Í langa tíð hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at vera til staðar í miðbýnum í Havn um næturnar um vikuskiftini.
Endamálið við tí er at forða fyri harðskapi, tí tey meta, at tað hevur eina sissandi ávirkan á fólk, at løgreglufólk eru í býnum.
Men samstundis hevur løgreglan gjørt av arbeiða eftir eini nullhugsjón, hvat ólátaðum atburði viðvíkur. Tað merkir, at løgreglan góðtekur ikki ólátaðan atburð ímóti løgreglufólki.
Og tað merkti ein maður sviðan av í nátt.
Løgreglan sigur, at hann spýtti á løgreglubilin og tí tí sambandi fóru løgreglufólkini eftir honum og hann fær nú eina bót upp á nakrar hundrað krónur fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.
Herfyri vant tað annars upp á seg, at fólk vóru ólátað ímóti løgreglufólki og ein stórur trupulleiki var, at fólk blandaðu seg upp í, tá ið løgreglan tosaði við fólk.
Tí varð gjørt av slíkur atburður skuldi fáa avleiðingar – hvørja ferð. Í slíkum førum fáa fólk tískil bót fyri at bróta politiviðtøkurnar – og verður bótin ikki rindað, fer málið í rættin rættiliga skjótt, so at revsingin fellur, ímeðan málið enn er feskt.
Les eisini: Nú hevur løgreglan sett eina striku í sandin
Samstundis hevur løgreglan vitja skeinkistøðini í Havn í nátt at vita um øll viðurskifti eru, sum tey eiga. Tað plaga tey at vera, og tað vóru tey aftur í nátt, sigur løgreglan