Fekk band av rullugardinu um hálsin

Ein trý ára gomul smágenta, sum var í barnagarði í Troms í Noregi fríggjadagin, er komin illa fyri, eftir at hon fekk eitt band av eini rullugardinu um hálsin, tá fleiri børn spældu einsamøll í einum sonevndum koddarúmi. Norsk bløð skriva, at støðan hjá smágentuni er versnað aftur síðan fríggjadagin, og hon fær nú intensiva viðgerð.

Børnini høvdu verið nakrar fáar minuttir einsamøll inni í spælirúminum, tá starvsfólk funnu út av, at bandið av eini rullugardinu var komið um hálsin hjá smágentuni.

Tá starvsfólkini komu inn, lá gentan lívleys, og tí varð alt fyri eitt farið í holt við at fáa lív í hana aftur, meðan bíðað varð eftir sjúkrabili.

- Støðan hjá smágentuni er verri í dag enn fríggjadagin, og støðan er álvarsom, siga tey á Universitetssjúkrahúsinum í Troms við norska blaðið Nordlys.

Benn Eidissen, sum starvast á stovninum, har tilburðurin fór fram, sigur, at støðan er ólukkulig fyri foreldrini og fyri øll, sum hava tilknýti til gentuna, børn og stovnin.