Nú heur Eyðgerð Niclasen úr Miðvági fingið bilin, hon vann í lutakasti hjá Reyða Krossi leygarkvøldið.
Í sambandi við stóru innsavningina hjá Reyða Krossi, varð ein bilur lutaður burtur ímillum tey, sum stuðlaðu og tað var Eyðgerð Niclasen úr Miðvági, sum var tann hepni vinnarin.
Vinningurin var ein spildurnýggjur Suzuki Swift, Hybrid.
Reyði Krossur skrivar á Facebook, at í gjár fekk hon so lyklarnar til bilin, har Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, tók ímóti henni og handaði henni eitt blómutyssi.
Fyribils hevur innsavningin givið góðar 3,3 milliónir, men tað ber altíð til at stuðla. Allur pengingurin verður brúktur til hjálpartiltøk í Sýria og í Føroyum.