Fekk bót fyri at vera ólátaður

Og ein fráboðan var um brot á djóraverndarlógina

Ein maður fekk í gjár bót fyri at hava ólátaðan atburð í einum handli í Havn.

Talan var um ein handil, har fólk kunnu keypa sær mat at eta. Maðurin var sera ólátaður og fór tvætlandi upp á diskin, sigur vaktleiðarin. 

Hann varð handtikin og fekk eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar

Løgreglan fekk í gjár eisini ein fráboðan um brot á djóraverndarlógina. Talan var um ein ær við lambi, sum var sera illa fyri. Boð vórðu send eftir djóralækna, sum avlívaði ærina.

Løgreglan royndi at fáa fatur á bóndanum, men har var einki samband, sigur vakthavandi, sum eisini sigur, at onkur tók sær av lambinum.