Fekk ein frammaná í Steinatúni

- Ein útlendskur ferðamaður helt tað vera púra lógligt at hava rúsevni við sær til Føroya, sigur løgreglan.

Í gjár vendi ein maður sær til løgregluna og vildi melda ein tilburð, sum var farin fram í Steinatúni í Havn sunnumorgunin.

 

- Maðurin segði, at hann hevði fingið eitt slag í andlitið. Hetta er eitt mál, sum nú verður kannað, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

 

Tey vistu ikki meira at siga um hetta málið í løtuni.

 

Í gjár ringdu eisini tollarar av flogvøllinum í Vágum og søgdu seg hava tikið ein ferðamann, sum var komin við flogfarinum.

 

- Tá hesin varð kannaður, vísti tað seg, at hann hevði eina pinkulítla nøgd av hassji uppi á sær, kanska eini trý gramm ella so.

 

Sambært vaktleiðaranum greiddi útlendski ferðamaðurin frá, at hann helt tað vera púra lógligt at koma til Føroya við hassji.

 

- Maðurin fekk eina bót fyri at hava roynt at smugla rúsevni til landið, leggur vaktleiðarin aftrat.